Føroysku ungdómslandsliðini skulu taka lut í spennandi EM-kappingum komandi summar.
Heimasíðan hjá Hondbóltssambandinum skrivar, at í dag var lutakast í Wien til EM-kappingina hjá U17- og U19-landsliðunum hjá kvinnum, og bæði liðini hava fingið ein spennandi bólk, har Føroyar hava góðar møguleikar.
Lutakastið:
EHF Championship – U17 kvinnur
Tbilisi, Georgia, 7.-15. august 2021
Bólkur A: Niðurlond, Ukraina, Georgia, Grikkaland, Bosnia Hersegovina, Luksemborg
Bólkur B: Serbia, Italia, Føroyar, Ísrael, Estland
EHF Championship – U19 kvinnur
Skopje, Makedonia, 10.-18. juli 2021
Bólkur A: Ísland, Pólland, Hvítarussland, Finnland, Stóra Bretland
Bólkur B: Niðurlond, Føroyar, Norðurmakedonia, Kosovo, Bosnia Hersegovina
Tað er sett upp eftir styrkistmeting, og harvið eru U17-kvinnurnar mitt í, og bert Niðurlond verða mett at verða sterkari enn U19-landsliðið hjá Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald