Fótbóltur

U17: Taptu 2-0 móti Svøríki

- Hóast hetta endaði við enn einum tapi, so eri eg errin av avrikinum frá okkara dreingjum, sigur Áki Johansen, U17-landsliðsvenjari.

Mynd: Fótbóltssamband Føroya

Mynd: Fótbóltssamband Føroya

2019-10-01 13:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár spældi føroyska U17-landsliðið hjá dreingjum næsta dystin í EM-undankappingini, sum er í Svøríki í hesum døgum.

Fríggjadagin tapti liðið móti Danmark, og í gjár tapti føroyska liðið móti Svøríki.

Úrslitið gjørdist 2-0 til Svøríki.

Fyrsta málið kom í fyrra hálvleiki, og tað seinna í seinna hálvleiki.

- Vit spældu væl, og skaptu eisini fleiri málmøguleikar og góðar støður. Men bólturin vildi ikki inn. Í staðin fekk Svøríki tvey mál, sum bæði komu eftir mistøk frá okkum. Í seinna hálvleiki høvdu vit eisini nógv spæl, og sviar vóru rárir gestir á føroysku hálvuni.

- Hóast hetta endaði við enn einum tapi, so eri eg errin av avrikinum frá okkara dreingjum. Stóran part av dystinum vóru vit greitt omaná, so eg haldi at vit leikliga væl og virðiliga reistu okkum í mun til seinasta dyst, sigur Áki Johansen, U17-landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF.

Í hinum dystinum í bólkinum, sum eisini varð spældur í gjár, vann Danmark 6-1 á Litava. Seinasta umfar í kappingini verður avgreitt hósdagin. Tá møtast Litava og Føroyar, og Danmark og Svøríki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder