Fótbóltur

U17: Taptu stórt fyri Íslandi

Føroyar taptu samanlagt 0-13 í NM-kappingini í Danmark.

2019-08-11 14:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur ikki gingið heilt eftir vild hjá føroyska U17-landsliðnum við dreingjum, ið hesa seinastu vikuna hevur tikið lut í árligu NM-kappingini, sum í ár hevur verið á Fjóni í Danmark.

Í fyrsta dystinum taptu Føroyar 5-0 fyri Norra, og eftir at dysturin varð útsettur tvær ferðir orsakað av trousláttri, komu føroyingar og norðurírar á vøllinum til annan dystin. Har var Norðurírland meira effektivt og vann 2-0.

Triðji dysturin var í gjár. Hann var ímóti Íslandi og var um 7. plássið í kappingini. Har megnaðu føroyingarnir heldur ikki at gagnýta sínar møguleikar, og Ísland var greitt omaná og vann 6-0, eftir at hava verið á odda 2-0 í hálvleikinum. Áleyparin, Orri Steinn Óskarsson, skoraði fimm tey fyrstu málini.

Landsliðsvenjarin, Áki Johansen, sigur við heimasíðuna hjá FSF, at hatta ikki var júst tað, sum teir høvdu væntað, men hinvegin er nógv at taka við: 

- Vit skulu millum annað vera meira avgjørdir í verjustøðu og neyvari í álopinum. Tí vit spæla væl, og tað hongur væl saman, men vit eru ikki nóg klárir í avgerandi støðum.

Næsta uppgáva hjá føroyska U17-liðnum verður um mánaðarskifti september-oktober, tá EM-undankapping er á skránni í Svøríki. Har eru Føroyar í bólki við Svøríki og Danmark, sum bæði endaðu í finaluni í NM, ið danir vunnu 3-2.

 

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder