Føroyska U17 landsliðið í fótbólti er í hesum døgum í Svøríki, har teir skulu spæla tríggjar í dystir í EM-undankappingini. Fyrsti dystur var í dag, har talan var um ein dyst innan ríkisfelagsskapin. Tað bleiv til ein stóran sigur til danir, ið vunnu dystin 6-1.
Føroysku dreingirnir megnaðu annars, at halda málið reint tann fyrsta hálva tíman. Men danir fingu tvey mál uppá 5 minuttir, í 30’ og 35’ minutti, og fóru tí til hálvleik við eini 2-0 leiðslu.
Danir fingur aftur tvey tøtt mál tíðliga í seinna hálvleiki, áðrenn Poul Kallsberg, ið til dagliga spælir við Skála, minkaði um munin til 1-4. Móti endanum av dystinum fingu danir enn einaferð tvey tøtt mál, tá teir í næstsíðsta og síðsta minutti skoraðu til 1-5 og endaliga úrsliti 1-6.
Føroyar spæla aftur mánadagin 30. september. Tann dysturin verður ímóti vertunum úr Svørríki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald