Tað gongur væl hjá U17-gentulandsliðnum, sum í hesum døgum er til EM-undankapping í Albania, og hósdagin er møguleiki at spæla seg eitt fet nærri endaspælinum næsta ár.
Umframt vertirnar eru Føroyar í bólki saman við Kasakstan og Wales. Fríggjadagin vann føroyska liðið 2-1 á Kasakstan í fyrsta dystinum. Tá skoraðu Silja Ragnarsdóttir og Brá Zachariasardóttir málini fyri Føroyar, og sigurin kom ikki í vanda fyrrenn seinastu løtuna, tá Kasakstan skoraði við brotssparki.
Brá Zachariasardóttir og Silja Ragnarsdóttir eftir sigurin á Kasakstan, har tær skoraðu føroysku málini. Brá skoraði tvær ferðir í dag, og Silja legði upp til annað av teimum málunum (Mynd: FSF)
Í dag vunnu Føroyar 3-0 á Albania. Okkara byrjaðu ógvuliga væl: Longu í 3. minutti hevði liðskiparin Jakobina Bergsdóttir eina góða og langa sending í dýbdina. Eydna Olsen Dalheim hevði runnið seg fría og av brotsteigarmarkinum, sendi Eydna bóltin hart og flatt niður í longra málhorn.
Tíðliga í 2. hálvleiki gjørdu Føroyar aftur bart. Helga Mikkelsen tók bóltin væl niður nakað til vinstru á albansku hálvuni og sendi Brá Zakarisdóttir avstað. Hon gjørdi sum ein áleypari skal: Rann rætt og skoraði trygt stødd einsamøll við málverjanum.
Hetta var fimm minuttir inn í 2. hálvleik, og eitt korter var Brá aftur á blettinum, tá Føroyar øktu til 3-0 við frálíkum máli. Talan var um gott spæl frameftir vøllinum. Silja Ragnarsdóttir legði flatt inn fyri málið, har Brá var frí og fekk prikað bóltin í albanska málið.
Allir dysturin sæst omanfyri ella á hesi leinkjuni. Málini: 8.05, 1,12.55, 1.27.27
Til ber at síggja meira um dystin her
Við sigrinum hevur føroyska liðið framvegis fult stigatal í bólkinum. Føroyar vóru styrkismettar omanfyri Albania og Kasakstan, og hósdagin á middegi bíðar størsta uppgávan í Albania. Wales hevur eisini fult stigatal, men um Føroyar vinna ella spæla javnleik (betri málúrttøku) so fara okkara U17-gentur víðari í EM-undankappingini. 2. plássið gevur betri trytir til næstu undankapping.
Støðan undan seinasta umfari, sum verður spælt týsdagin (Mynd: UEFA)
Føroyski hópurin fegnast eftir sigur nummar tvey í Tirana (Mynd: FSF)
Venjarar eru Eyðvør Jacobsen og Jakoba Langgaard.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald