Vit sendu tá U20 menninir vóru til EM-endaspæl í Ruemnia fyrr í hesum mánaðinum, og nú U18 menninir fara til Serbia at spæla EM-endaspæl, eru vit aftur klár.
Portalurin og FM1 hava nevniliga tryggjað sær føroysku sjónvarpsrættindini at vísa og siga frá dystunum í U18 endaspælinum, sum byrjar ólavsøkudag kl. 13:30.
(Mynd: Sverri Egholm)
Við góðum stuðlum í rygginum hevur tað eydnast okkum at fáa fatur á sjónvarpsrættindunum. Okkara fólk siga frá dystinum úr rásarúminum í Miðlon, har umframt frásøgufólk, eisini hondbóltskøn fólk vera viðmerkjarar.
(Mynd: Sverri Egholm)
Hetta vísti seg at rigga sera væl. Tá tað var uppá tað mesta við U20 vóru tað upp ímóti 2000 brúkarar sum hugdu samstundis.
29. juli halda vit fram, og vit eru klárir stutt undan dystar byrjan klokkan 13:30.
Innleiðandi leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
Mikudagin 29. juli kl. 13.30 Føroyar – Finnland
Hósdagin 30. juli kl. 18.30 Spania – Føroyar
Leygardagin 1. august kl. 18.30 Eysturríki – Føroyar
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald