Føroyska U18 landsliðið í hondbólti hevur júst spælt sín seinasta dyst í Sparekassen Cup í Merzig í Týsklandi. Talan var um bronsudsyt ímóti Hvítarusslandi, sum Føroyar taptu 22-19 ímóti í bólkaspælinum.
Liðini fylgdust at, tað fyrstu løtuna av dystinum, og eitt skifti var Føroyar á odda 8-9. Men tað var Hvítarussland sum fór til steðgin við eini 16-14 leiðslu.
Hóast hvítarussland var omaná, so royndu føroyingar at hanga í, og eitt skifti í seinna hálvleiki stóð á jøvnum. Men Hvítarussar vóru enn einaferð ov sterkir og drógu frá tað síðstu løtuna, og endaðu við at vinna dystin 35-29.
Tískil endaðu Føroyar nummar fýra í Sperekassen Cup.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald