Tað vóru somu feløgini sum vóru umboðaði mansfinaluna, ið dystaðust um gullið hjá U18 gentum. Talan gjørdist um eina frálíka finalu, ið einki stóð aftanfyri kvinnufinaluna, tá talan var álopsspæl, inntensitet og spenning.
Tað vóru eisini nakrir leikarar, ið gingu aftur: Marita Mortensen og Lív Bentsdóttir Zachariasen, ið spældu ein stóran leiklut í dag, umframt tvíburðasystur Lív, Vár, ið eisini var á vøllinum fyrr í dag. Spælskiparin Karina Eysturtún Rubeksen var eisini partur av hópinum, sum í dag vann gull. Hon spældi sera væl í kvøld og skoraði seks mál. Á liðnum hjá Kyndli var Ró Nielsen, sum spældi allan dystin fyri VÍF í dag og hesaferð fekk gullheiðursmerki handað.
Ró Nielsen saman við Rebekku Joensen, ið eisini er úr Vestmanna. Hon kom inn og hevði nakrar týðandi bjaringar í 2. hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)
Lív Zachariassen gjørdi um seg í kvinnufinaluni fyrr í dag
Karin Skylv Midjord, sum hevur verið á A-landsliðnum, fegnast her í miðjuni (Mynd: Sverri Egholm)
Karin Skylv Midjord, Beinta Lindberg Hansen, Sólja B. Poulsen og Natasja Hammer, ið allar regluliga eru á vøllinum í bestu deildini, spældu eisini í kvøld. Serliga Natasja fekk ein høvuðsleiklut. Í løtum var talan um veruligan tvídyst millum ungu kvinnurnar á høvr sínum vinstra bakki; báðar við níggju-talinum á rygginum. Eina løtu skiftust tær um at skora í hvør sítt mál.
Marita Mortensen steðgar her Duritu Jojic í kvinnufinaluni - í kvøld spældi Marita næstan bara í álopinum, har hon gjørdi um seg
Marita Mortensen spældi 60 minuttir í sigrinum á VÍF fyrr í dag og varð kostin til dagsins leikara. Allan 2. hálvleik og stóran part av 1. hálvleiki í kvøld koyrdi hon bert í álopinum. Marita skoraði 8 mál og fann fleiri ferðir sínar viðleikarar við heilt góðum fríspælingum.
Heilt stóri leikarin í finaluni - Natasja Hammer (Mynd: Sverri Egholm)
Natasja og Kyndil vóru tó omaná, tá samanum kom. Í 2. hálvleiki gekk hon á odda, tá Kyndil vendi dystinum, og hon var slett ikki til at steðga. Heil 14 ferðir skeyt Natasja bóltin í málið, og tað var hóskandi, at evnaríki bakspælarin, ið er í yngra árganginum í U18, avgjørdi dystin við brotskasti, tá hálvur minuttir var eftir. Í álopinum frammanundan hevði Alda av Skarði bjargað væl, tá H71 hevði møguleikan at koma á odda. Eftir ein sera tættan dyst, høvdu hoyvíkskvinnur sett seg á dystin tíðliga í 2. hálvleiki. Kyndil reisti teg tó sera væl, og seinasta korterið skiftust liðini um at skora; ongantíð var
Harvið endaði Kyndil sigursrøðini hjá H71 í dag, og hetta var stórur fagnaður um í grønu leguni. Teir flestu av Kyndils-áskoðarum frá mansfinaluni vóru verandi, og frá gamla partinum av høllini var nógvur larmur og veruligt lív í, við millum annað huh-rópum og trompetum. H71-áskoðarnir hoyrdist eisini sera væl, og tað sermerkti finaluna at sera nógvur og lívligir áskoðarir vóru. Hetta setti veruliga sín dám á og gjørdi, at sera góða finalan gjørdist uppaftur betri.
Faxe Kondi kappingin - U18-finalan hjá gentum
H71 – Kyndil 28-29 (14-12)
5 min: 3-2
10 min: 5-4
15 min: 7-6
20 min: 9-9
25 min: 11-12
35 min: 17-14
40 min: 19-16
45 min: 20-19
50 min: 22-23
Toppskjúttar: Natasja Hammer 14 mál, Marita Mortensen 8 mál
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald