Fótbóltur

U18: KÍ er føroyameistari

FM-heitið kom í hús í gjárkvøldið uttan at KÍ noyddist at spæla.

KÍ endaði trý stig frammanfyri B36 í tætta FM-stríðnum (Mynd: Norðlýsið)

KÍ endaði trý stig frammanfyri B36 í tætta FM-stríðnum (Mynd: Norðlýsið)

2019-09-25 12:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Steypini hjá U18 gentum eru handaði út. Fríggjakvøldið tyggjaði B36 sær Mótasteypið annað árið á rað, og í gjárkvøldið stóð KÍ sum føroyameistari.

[object Object]
Mynd: Norðlýsið

Undan seinasta umfari vóru trý stig á muni millum B36 og KÍ. B36 hevði betri málúrttøku og vann í gjárkvøldið 3-1 á ÍF/Víkingi/B68 í endurtøku av steypafinaluni. Harvið var kravið til KÍ minst ein javnleikur, men klaksvíkskvinnur vunnu uttan dyst. 

Orsøkin var, at AB/B71 gav avboð nakrar tímar áðrenn dystin. Harvið møttu Kí-leikararnir upp í Djúpumýru fyri at fáa heiðursmerki og steyp. Tað var annars ikki sannlíkt, at AB/B71, ið var 19 stig aftanfyri KÍ, fór at fáa stig í gjár. 

[object Object]

KÍ og B36 høvdu eina tætta kapping um FM. KÍ tapti ongan dyst í kappingarárinum. Á liðnum vóru nakrir leikarar, ið spæla fast ella í stórna mun á besta liðnum og nógvir, ið eru partur av U15-liðnum, sum gjørdist steypavinnari leygardagin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder