2022-08-02 07:49
Føroysku U18-kvinnurnar skulu spæla longu klokkan 9.30 í morgun. Dysturin er móti Eysturríki, og kemur at avgera, hvør verður nummar trý í innleiðandi bólkinum í HM-kappingini í Norðurmakedonia.
Tað er longu greitt, at Danmark og Portugal koma víðari í bólkinum at kappast um sjálvt heimsmeistaraheitið.
Føroyar og Eysturríki enda nummar trý og fýra í bólkinum, og skulu spæla um plássini 17 til 32 víðari í kappingini. Dysturin í dag er avgerandi fyri, hvørjum vit skulu møta í millumumfarinum.
Dystirnir kunnu stroymast á IHF Competitions á youtube
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald