U18 landsliðini hjá gentum og dreingjum í sandflogbólti skulu hesar næstu dagarnar luttaka í evropameistarakapping í Georgia. Kappingin er í døgunum 10. juli til 14. juli. Dystarskráin hjá liðunum verður løgd eftir styrkismetingini hjá einstøku londunum.
Hetta skrivar Flogbóltssamband Føroya.
Fyrr í summar hava tey roynt seg aðrastaðni, men av tí at tað er fyrstu ferð, at Føroyar eru við til EM í sandflogbólti, skulu bæði genturnar og dreingirnir spæla undankapping í dag, mikudagin 10. juli.
Talan er um tvey lið við tveimum spælarum á hvørjum liði. Osla Johannesen og Maria Teresa Vitalis eru longu farnar í gongd í morgun, og Hákun Nón og Rani Ákason manna liðið hjá dreingjum, ið spælir klokkan 10 føroyska tíð.
Ferðalagið við teimum, høvuðsvenjaranum Oleksandr Dmytriiev, hjálparvenjaranum Bobani Ilic og liðleiðaranum Berit Norðoy kom til Kachreti í Georgia tíðliga í gjár.
Í undankappingini eru Hákun og Rani í bólki við liðum úr Andorra og Armenia. Osla og Maria Teresa eru í bólki við liðum úr Rumenia, Armenia og Aserbadjan.
Tvey lið í hvørjum bólki koma víðari til sjálva kappingina um evropiska meistaraheitið, sum verður 11. - 14. juli, skrivar FBF:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald