placeholder
Hondbóltur

U18- og U16-kvinnulandsliðini til reiðar

U18 og U16 landsliðini hjá Føroyum og Íslandi bresta saman um vikuskiftið.

(Mynd: HSF)

(Mynd: HSF)

2020-07-31 20:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

U18 og U16 kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Íslandi bresta saman í Høllini á Hálsi um vikuskiftið.

Talan er um tveir dystir í morgin leygardagin og tveir sunnudagin.

Og liðini eru til reiðar, skrivar Hondbóltssambandið á Facebook. Tey hava í dag havt sínar seinastu venjingar, og stundir vóru til vitjan hjá høvuðsstuðlinum av landsliðnum, Banknordik.

Dystirnir verða leiktir soleiðis

Leygardag
Kl. 17.00 U16-kvinnur Føroyar - Ísland
Kl. 19.00 U18-kvinnur Føroyar - Ísland

Sunnudag
Kl. 16.00 U16-kvinnur Føroyar - Ísland
Kl. 18.00 U18-kvinnur Føroyar - Ísland

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder