Hondbóltur

U18 President's Cup: Tveir ymiskir stílar hittast

India hevur skorað óvanliga nógv mál í sínum dystum, hóast tær hava tapt stórt.

India hevur skorað nógv mál í sínum dystum higartil. Myndin er frá dystinum móti Egyptalandi í gjár (Mynd: IHF)

India hevur skorað nógv mál í sínum dystum higartil. Myndin er frá dystinum móti Egyptalandi í gjár (Mynd: IHF)

2022-08-03 10:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verða tveir ymsir hondbóltsstílar, sum bresta saman í dag, tá Føroyar og India í dag hittast í President’s Cup fyri U18 gentulandslið.

Eftir at føroysku genturnar ikki komu víðari í sjálvari HM-kappingini í Norðurmakedonia, skulu tær nú spæla President’s Cup, sum er kappingin um at gerast millum 17 og 32 í heiminum.

Føroyar eru, saman við Eysturríki, komnar í bólk við India og Kasakstan.

Fyrsti dysturin verður í dag klokkan 13.30 móti India, sum endaði aftast í sínum innleiðandi bólki.

Altjóða hondbóltssamgongan, IHF, skrivar á netinum, at eftir søguliga 33-21 sigurin á Eysturríki í gjár, skulu føroysku kvinnurnar nú royna seg móti India.

Vinna teir móti bæði India og Kazakstan í morgin, vinna tær bólkin, og harvið møguleikan at vinna President’s Cup.

Av teimum londunum, sum eru flutt niður í hesa kappingina, eru tað bert Montenegro (62 mál) og Kakkia (74 mál), ið hava latið færri mál inn enn Føroyar.

India hinvegin er tað liðið, ið hevur skorað triðflest mál pr. dyst, 35, og tí eru tað tveir heilt ymiskir stílartir, ið bresta saman í dag, skrivar IHF.

Hóast India tapti við nógvum málum í sínum innleiðandi dystum, so megnaðu tær sjálvar at skora heilt nógv mál.

Tær taptu tann fyrsta innleiðandi dystin móti Kasakstan 10-0 á skrivaraborðinum, tí indiska liðið ikki náddi fram til Montenegro til tíðina.

Síðan tapti India 36-54 móti Kroatia og 34-42 móti Egyptalandi – óvanliga málríkir dystir.

Dysturin millum Føroyar og India sæst her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder