FSF skrivar á heimasíðu sínari, at sum fyrireiking til komandi EM-undankapping, skal føroyska U19-landsliðið við dreingjum til Norðurírland at spæla tveir venjingardystir fyrst í september.
EM-undankappingin verður í Danmark frá 12. til 20. november. Føroyar eru í bólki saman við Fraklandi, Danmark og Finnlandi.
Fyrri venjingardysturin verður á Stangmore Park í Dungannon, týsdagin 3. september. Tann seinni verður á The Showgrounds í Belfast, har B36 í juli spældi í Europa League ímóti Crusaders, hósdagin 5. september.
Jógvan Martin Olsen er venjari hjá U19-landsliðnum, og hann hevur nú úttikið 18 spælarar til venjingardystirnar móti norðurírum.
Hópurin:
Bjarti Vitalis Mørk, HB
Peter Bergmann Hansen, OB (Danmark)
Andreas Thomsen, B36
Børge Petersen, KÍ
Ári Arge, OB (Danmark)
Kristian Svabo Eliasen, KÍ
Elias El Moustage, Thisted (Danmark)
Hanus Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)
Símun Sólheim, HB
Leivur F. Guttesen, SønderjyskE (Danmark)
John Johannesen, KÍ
Nikolei Johannesen, TB
Dánial Suma Poulsen, Holbæk (Danmark)
Meinhard Debes Geyti, NSÍ
Noah Hans Mneney, Víkingur
Gundur E. Petersen, ÍF
Andrass Johansen, B36
Gullbrandur Øregaard, Hinne FK (Norra)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald