Tað byrjaði ógvuliga illa hjá U19-monnum í Kroatia, tá Føroyar taptu 6-0 fyri Ísrael. Leygardagin vóru Føroyar nógv betri við móti vertunum (2-0), og í gjár bragdaði á runuta grasvøllinum í Porec, í mun til at fáa stig.
Armenar løgdu seg annars á odda í 40. minutti, men eftir tíggju minuttir í 2. hálvleiki javnaði Tobias Elmelund Hansen. Álopskendi spælarin hjá B36 varð skiftur inn í steðginum.
Føroyar fingu nú eitt yvirtak, og tá tjúgu minuttir vóru eftir, skoraði Jóhan Josephsen til 2-1. Tað eydnaðist ikki at halda fast, tí í 90. minutti javnaði Armenia til 2-2.
Føroyar og Jóhan fingu tó seinasta orðið. Í yvirtíðini varð brotsspark dømt, og tað umsetti liðformaðurin ógvuliga trygt. Klaksvíkingurin kundi harvið fegnast við liðfeløgunum um 3-2 sigur og trý stig.
Áleyparin hevur fyri kortum havt 18-ára føðingardag. Jóhan Josephsen skoraði 13 mál í 1. deild í 2023, skoraði sítt fyrsta mál á besta liðnum og hevur fingið minuttir í Conference League-bólkaspælinum (Mynd: Sverri Egholm)
U19-menninir hjá Føroyum endaðu harvið á 3. plássi í bólki 9 í EM-undankappingini. Øssur Hansen og Christian Høgni Jacobsen stóðu á odda fyri liðnum.
Føroyar - Armenia 3-2 (0-1)
40' 0-1
55' Tobias Elmelund Hansen 1-1
70' Jóhan Josephsen 2-1
90' 2-2
90 (+4)' Jóhan Josephsen 3-2
Føroyar: Jón Petur Thomsen – Bjørn Bjarkhamar (46' Jón í Horni Nielsen), Jónas Prior, Ingi Arngrímsson, Suni Herman Petersen - Teitur Knudsen, (46' Tobias E. Hansen B36), Mattias Hellisdal, Árni Nóa Atlason (90' Olivur Renéson Thomsen), Hanus Højgaard, Julian Mouritsen 07 Vestur (70 Hans Pauli á Bø), Jóhan Josephsen (L)
Hesir, ið byrjaðu inni í gjár, umboða sjey ymisk føroysk feløg (Mynd: FSF)
Eisini í hópinum: Svend Danielsen, Virgar Jónsson, Sølvi Johannesen, Carl Mikkelsen, Thomas Bjørn Miezan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald