Hondbóltur

U19: Fáa áhugaverda asiatiska avbjóðing í kvøld

Iran megnaði púra óvæntað at fáa javnleik móti Svøríki í gjár. Føroyar kunnu við sigri í kvøld spæla seg í HM-høvuðsumfari við sigri. Dysturin byrjar kl. 18.

Djóni Gaard Joensen og Hjalti Mohr Jacobsen hava fyrireikað Føroyar til dystin móti Iran. Nú eru teir eisini ávaraðir (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Djóni Gaard Joensen og Hjalti Mohr Jacobsen hava fyrireikað Føroyar til dystin móti Iran. Nú eru teir eisini ávaraðir (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

2023-08-03 11:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Opatija, Kroatia (Portalurin) - Føroyar løgdu sum væntað út við greiðum sigri í HM-endaspælinum í gjárkvøldið. Í roynd og veru var talan um stórsigur: 32 mál vóru á muni millum Føroyar og Burundi, tá samanumkom, og tað varð millum annað Óli Mittún spardur leingi.

Svøríki livdi ikki upp til favorittleiklutin í sínum fyrsta dysti í bólkinum. Helst hava sviar tikið heldur lætt uppá uppgávuna. Teir vóru á odda við trimum í steðginum, men Iran var omaná í seinna hálvleiki og fekk vunnið sær eitt stig.

Harvið er bólkurin opin, og Føroyar fáa helst eina áhugaverda avbjóðing í kvøld. Fyrimunurin hjá okkara U19-dreingjum er helst, at liðið hevur fingið fyrireikað seg eitt sindur til mótstøðuna, at man nú er ávaraður, og at iranar hava brúkt nógva megi í dystinum móti svium, meðan nógv varð skift út á føroyska liðnum í gjár.

[object Object]
Til tjóðsangin í gjár (Mynd: IHF)

[object Object]
Óli Mittún spældi stóran part av 1. hálvleiki og skoraði átta ferðir (Mynd: IHF)

Neyðugt var ikki at kýta seg nakað serligt fyri at basa Burundi, men øðrvísi verður væntandi móti Iran. Føroyar eru í favorittleiklutinum, men iranska U19-liðið er næstbest í Asia og hevur longu víst seg fram móti stórari evropeiskari hondbóltstjóð.

Setningurin er greiður: Vinna Føroyar so er plássið í høvuðsumfarinum tryggjað, og so snýr tað seg leygardagin um stig koma við ella ikki. Um hetta ikki eydnast, so verður trýst á undan dystinum móti Svøríki.

Fyrsta bríksl í Opatija verður klokkan 18 føroyska tíð. Dysturin kann stroymast her (Youtube hjá IHF) Portalurin verður á staðnum og hevur myndir og dystarfrásøgn, umframt samrøður aftaná.

Støðan í bólki H undan 2. umfari: 
1. Føroyar 2 stig
2. Iran 1 stig
3. Svøríki 1 stig 
4. Burundi 0 stig

Tvey tey ovastu liðini koma víðari til høvuðsumfarið. Liðið sum endar á 1. plássi fær stig við sær.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder