Hondbóltur

U19: Føroyar í finaluni eftir brotskøst

Tað stóð á jøvnum eftir 60 minuttir. Føroysku kvinnurnar skoraðu øll síni skot í brotskastskappingini, og Silja Müller bjargaði seinasta slovenska skotinum. Harvið er finala móti Spania í morgin.

Føroysku kvinnurnar vunnu seg í finaluna í EHF Championship eftir stórt drama

Føroysku kvinnurnar vunnu seg í finaluna í EHF Championship eftir stórt drama

2023-07-15 19:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku U19-kvinnurnar hava fyri løtu síðani spælt seg í finaluna í EHF Championship í Litava eftir satt hondbóltsdrama. 

Talan var um ein málríkan dyst, har tað bylgjaði aftur og fram. Liðini gjørdu fitt av mistøkum men stríddust eisini ógvuliga væl og spældu nógvan góðan álopshondbólt. Neyðugt varð við brotskøstum fyri at finna vinnaran tí tað stóð á jøvnum 33-33 eftir 60 minuttir.

Farið var beinleiðis til brotsskastskapping - eingin longd leiktíð. Fyrsta slovenska skotið endaði á stongini, síðani komu sjey mál á rað - Føroyar skoraðu uppá øll síni fýra - áðrenn Silja Arngrímsdóttir Müller bjargaði frálíka væl og sendi føroysku U19-kvinnurnar í finaluna.

Stórur føroyskur fagnaður men armarnir skulu skjótt niður: Klokkan 15 í morgin er Spania á skránni í finaluni. Spania vann við einum máli, tá liðini hittust hósdagin. Finaluplássið í hesari kappingini merkir, at Føroyar framvegis kunnu spæla seg í HM-endaspælið fyri U20-kvinnur, sum verður næsta ár.

Føroyskur toppskjútti og dagsins spælari var Karin Egholm. Vinstri vongurin skoraði átta av sínum níggju skotum. Fleiri tøl o.a. seinni.

U19 European Championship, hálvfinalur
Klaipedia, Litava - leygardagin 15. juli

Føroyar - Slovenia 37-36 eftir brotskøst -
33-33 (18-16)

Dystargongdin: 
5 min: 4-1
10 min: 7-3
15 min: 12-7
20 min: 13-11
25 min: 15-14
30 min: 18-16
35 min: 21-19
40 min: 24-22
45 min: 26-26
50 min: 28-29
55 min: 31-31
60 min: 33-33
(Eftir brotskøst: 37-36)

Føroysku málskjúttarnir: 
Karin Egholm 8 mál
Bjørk Franksdóttir Joensen 5 mál
Maria Pálsdóttir Nólsoy 5 mál
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 4 mál
Silja Olivia Heðinsdóttir 4 mál
Barbara Hammer 2
Lukka Arge 2 mál (1)
Lea Mohr 1
Anna Sigrunardóttir Mikkelsen 1
Sára Sigrunardóttir Mikkelsen 1

Brotskastskapping:
Slovenia rakar stongina
34-33 - Lukka Arge
34-34
35-34 - Bjørk Franksdóttir Joensen
35-35
36-35 - Maria Pálsdóttir Nólsoy
36-36
37-36 - Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 
37-36 - Silja Arngrímsdóttir Muller bjargar

Fyrr í dag: 
Litava - Spania 22-38

Finala í EHF Championship:
Í morgin, sunnudagin 15.00
Føroyar - Spania

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder