Hondbóltur

U19: Føroyar skulu nú spæla fyri 5. plássinum

Tað eydnaðist ikki hjá ungu kvinnunum at koma víðari til hálvfinaluna, men tveir dystir eru eftir hjá Føroyum í Litava. Tann fyrri er klokkan 11.00 ímóti Georgia, og hann kann stroymast (leinkja er í greinini).

Føroyska liðið er nú til reiðar til uppgávuna ímóti Georgia - Mynd: Rankinis

Føroyska liðið er nú til reiðar til uppgávuna ímóti Georgia - Mynd: Rankinis

2019-07-20 09:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dystir mándagin, týsdagin og hósdagin, og hóast sigurin hósdagin ikki rakk til hálvfinalupláss hjá føroysku kvinnunum, so eru tvær uppgávur eftir EM-kappingini í Klaipedia. Vinna Føroyar á Georgia í dag verður avgerandi dystir um 5. plássið í kappingini í morgin. Tað verður so dystur ímóti Norður Makedónia ella Kosovo í morgin sum tann seinasti í kappingini. 

Bæði ímóti Kekkia mánadagin og ímóti Turkalandi týsdagin var førosyka liðið væl við leingi, men misti takið seinastu løtuna. Í dystinum ímóti Kekkia gekk tað heilt galið, men serliga ímóti Turkalandi, ið Føroyar høvdu takið á í 1. hálvleiki, var tað ógvuliga súrt at ikki fáa stig. Hósdagin bragdaði tað so í tøttum dysti ímóti Kosovo

Dysturin kann stroymast á ehftv


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder