Hondbóltur

U19: Føroysku kvinnurnar skulu aftur í eldin í dag

Dysturin ímóti Turkalandi byrjar klokkan 13.00 føroyska tíð. Sí møguleikarnar fyri stroyming.

Súna K. Hansen her í gjøgnumbroti í gjár. Hon skoraði átta mál í gjár - Mynd: Rankinis

Súna K. Hansen her í gjøgnumbroti í gjár. Hon skoraði átta mál í gjár - Mynd: Rankinis

2019-07-16 11:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár varð 1. umfar í EM-kappingini í Litava, har føroyska U19-landsliðið við kvinnum luttekur. Eftir ein góðan 1. hálvleik gekk tað minni væl eftir stegðin, og Føroyar taptu 33-25 fyri Kekkia. 

Les meira: Greitt tap í fyrstu royndini

Í dag fáa føroysku kvinnurnar ein nýggjan møguleika. Mótstøðuliðið tíðliga seinnapartin er Turkaland, ið vann 28-24 á Kosovo í gjár. Føroyar vístu í løtum sera góðar taktir í gjár, og har er allarhelst ein vilji at reisa seg eftir keðiliga endan í gjár.

Dysturin kann stroymast. Sum vit síggja, so eru tveir møguleikar: 
EHFTV
Youtube-síðan hjá litaviska hondbóltssambandinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder