Fótbóltur

U19 gentur á venjingarlegu í Portugal

Hetta er liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina í Týsklandi, har Føroyar eru í bólki við Spania, Týsklandi og Belgia.

Úr hópinum, sum fyrr í ár kappaðist í Moldova, eru átta, sum eru útiknar til venjingarleguna í Portugal (Mynd: FSF)

Úr hópinum, sum fyrr í ár kappaðist í Moldova, eru átta, sum eru útiknar til venjingarleguna í Portugal (Mynd: FSF)

2025-10-16 21:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sum liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina í Týsklandi mánaðarskiftið november-desember fer U19-landsliðið við gentum týsdagin í næstu viku á venjingarlegu í Portugal.

Umframt venjingar, skulu genturnar eisini spæla tveir venjingardystir ímóti U18-landsliðnum hjá portugisum. Fyrri dysturin verður hósdagin 23. oktober, og tann seinni sunnudagin 26. oktober, skrivar Fótbóltssamband Føroya.

Sigtór Petersen er venjari hjá U19 gentunum, og tær 18, ið eru úttiknar til venjingarleguna í Portugal, eru hesar:

  • Bjørk Akselsen, 07 Vestur
  • Jakobina Bergsdóttir, HB
  • Leona Kjærbæk Djurhuus, HB
  • Lý Gray Djurhuus, HB
  • Silja Ragnarsdóttir Trier, HB
  • Birita Mohr, KÍ
  • Ranja Joensen, KÍ
  • Brá Zakariasardóttir, NSÍ
  • Helga Mikkelsen, NSÍ
  • Rannvá við Streym, NSÍ
  • Sólja Vinjardsdóttir Johansen, NSÍ
  • Alda Petersen, Skála
  • Ingrið Berg Rasmussen, Skála
  • Anna Jørginsdóttir, Víkingur
  • Eydna Olsen Dalheim, Víkingur
  • Mirjam Skoralíð, Víkingur
  • Halla Morgan Ejdesgaard, Fortuna Hjørring (Danmark)
  • Sofía Ejdesgaard Hansen, FC Hoyvík
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder