Hondbóltur

U19 HM: Rúnar tryggjaði Føroyum javnleikin í seinasta sekundi

Dagsins spælari og toppskjúttin í Føroyar - Argentina høgdi bóltin í netið og sygdi harvið fyri, at Føroyar fáa áhugaverdar dystin hósdagin og fríggjadagin - næsta uppgáva er Portugal.

Rúnar Hammer í dystinum móti Týsklandi. Føroyska álopsspælið var ikki eins gott eftir steðgin, men tað endaði við einum stigi (Mynd: IHF/Kollektiff)

Rúnar Hammer í dystinum móti Týsklandi. Føroyska álopsspælið var ikki eins gott eftir steðgin, men tað endaði við einum stigi (Mynd: IHF/Kollektiff)

2025-08-12 16:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var ikki serliga pent, men tað var spennandi og inntenst allan vegin ímóti Argentina í dag.

Talan var um seinna dyst í fyrra bólkaspælinum í sonevndu President's Cup - niðara endaspæl í HM-endaspælinum. Føroyar fingu onga veruliga mótstøðu móti Meksiko í gjár, men tað var ein onnur søga í dag.

Ungu føroyingarnir vunnu sær eina leiðslu við fínum 7 móti 6-spæli og góðari verju. Tað hjálpti eisini væl, at Ingi Johannesen bjargaði tveimum brotskøstum fyrstu tólv minuttirnar.

Argentina át seg tó nærri, og støðan í steðginum var 15-14 til Føroyar.

Hammer høgdi stigið heim í síðsta sekundi

Fyrstu minuttirnar í seinna hálvleiki áttu suðuramerikanararnir yvirvágina. Teirra verja hevði fingið tamarhald á føroyska spælinum, og restin av dystinum var eitt hart stríð.

Brend brotskøst, tekniskar villur og annað setti sín dám á seinastu løtuna. Tá so Argentina legði seg á odda við brotskasti var alt trýstið á Føroyum. Okkara U19-menn skuldu hava minst javnleik fyri at vinna hendan bólkin og fyri at sleppa at spæla um 17. - 20. pláss.

Hetta tók Rúnar Hammer á seg. Seinasta føroyska álopið var stirivið, men tá fýra sekund vóru eftir, fingu Føroyar fríkast. Rúnar fekk bóltin, fintaði seg nakað til høgru og høgdi til úr umleið níggju metrum. Bólturin fór í netið til 26-26, og so var føroyskur fagnaður.

[object Object]
Spælarar og fjepparar fegnast saman eftir inntensa og spennandi dystin 

Rúnar hevði gingið á odda allan dystin. Bjerringbro-Silkeborg spælarin gjørdist toppskjútti í dystinum við ellivu málum, og varð hann kosin til dagsins spælara.

Liðið vísti eisini ein ávísan stríðsvilja - Føroyar hava ikki tapt síðani fyrsta dystin móti Slovenia.

[object Object]

Bestu málskjúttarnir í dystinum

[object Object]
Føroyingar fingu ikki sitt álopsspæl at koyra nóg væl eftir steðgin (Skíggjamyndir: IHF Competiotions)

Stigið í Gisa seinnapartin merkir, at Føroyar í minsta lagi enda í topp-20 í HM-enndaspælinum hjá U19-monnum (32 lið eru við)

Ungu føroysku menninir fáa eisini nakrar spenanndi uppgávur hósdagin og fríggjadagin, tá spælt verður um hægstu plássini í Presidents Cup: Hóskvøldið klokkan 17.30 er Portugal á skránni, og fríggjadagin verður tað Kroatia ella Tunesia.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder