Fótbóltur

U19: Hópurin til EM-undankappingina í Kroatia úttikin

Øssur Hansen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum, hevur sett navn á teir tjúgu, sum skulu við. Umframt vertjstjóðina verða Ísrael og Armenia mótsstøðuliðini.

Øssur Hansen hevur úttikið hópin, sum í næstum skal til EM-undankapping í Kroatia  (Mynd: Bjarni Enghamar)

Øssur Hansen hevur úttikið hópin, sum í næstum skal til EM-undankapping í Kroatia (Mynd: Bjarni Enghamar)

2023-11-03 10:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mánadagin 13. november setir føroyska U19-landsliðið við dreingjum kós ímóti Kroatia, har EM-undankapping er á skránni.

Øssur Hansen er venjari hjá U19-dreingjunum, og saman við hjálparvenjaranum, Christiani Høgna Jacobsen, hevur hann nú kunngjørt teir tjúgu spælararnar, ið eru boðsendir. 

Umframt Føroyar og Kroatia, verða Ísrael og Armenia eisini við í kappingini, sum verður spæld frá 15. til 21. november.

Hópurin
Jón Petur Thomsen, NSÍ
Svend Danielsen, B68

Ingi Arngrímsson, Víkingur
Sølvi Johannesen, KÍ
Virgar Jónsson, EB/Streymur
Bjørn Bakk Bjarkhamar, Víkingur
Jónas Prior, 07 Vestur
Súni Herman Petersen, B71
Hans Pauli á Bø, EB/Streymur
Thomas Bjørn Miezan, FC København (Danmark)
Olivur Renéson Thomsen, TB
Hanus Højgaard, B68
Árni Nóa Atlason, Víkingur
Mattias Hellisdal, B36
Carl Mikkelsen, B36
Julian Mouritsen, 07 Vestur
Jón í Horni Nielsen, 07 Vestur
Teitur Knudsen, NSÍ
Tobias Elmelund Hansen, B36
Jóhan Josephsen, KÍ

Skráin
15. november: Føroyar - Ísrael 
18. november: Kroatia – Føroyar
21. november. Føroyar – Armenia

Fótbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder