2019-09-06 18:22
Týsdagin hittust Føroyar á Stangmore Park í Dungannon, og tá gjørdist úrslitið 4-0 til Norðurírland eftir 3-0 leiðslu til heimaliðið í steðginum.
Teir fyrstu ellivu í Dungannon týsdagin (Mynd: FSF)
Hósdagin fóru U19-liðini hjá Føroyum og Norðurírlandi aftur á vøllin, hesaferð á The Showgrounds í Newry. Úrslitið gjørdist júst tað sama: 3-0 til norðurírar í hálvleikinum, og 4-0 tá dómarin floytaði fyri seinastu ferð.
EM-undankappingin verður í Danmark døgum 12. til 20. november. Føroyar eru í bólki saman við Danmark, Fraklandi og Finnlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald