
Føroyska U19-landsliðið hjá gentum spældi tíðliga seinnapart dyst nummar tvey í EM-undandkappingini, sum liðið er til í Litava.
Týsdagin vann Ukreina 4-0 á Føroyum, har øll málini komu í 1. hálvleiki.
Í dag var Føroyar uppi ímóti sera sterkari mótstøðu. Írland vann 7-0 á litavisku vertunum týsdagin, og hevði eisini greiða yvirvág í dag. Hagtølini hjá UEFA vísa, at føroyska liðið ikki var eins væl við í dystinum sum ímóti Ukreina. Írland hevði 28 skotroyndir, harav 17 vóru innanfyri málrammuna. Føroyar høvdu eitt skot í dystinum.
Írland legði seg á odda í 25.minutti. Síðani helt føroyska liðið væl fast fram til tjúgu minuttir vóru eftir. Írska liðið sló til tvær ferðir afturat, og fekk harvið bóltin framvið Eyðgerð Rúnadóttir Mikkelsen í føroyska málinum tríggar ferðir. Málverjin úr B68 hevði annars nógvar bjargingar í dag.
Føroyar spæla seinasta dystin mándagin. Tá er mótstøðuliðið Litava, og sannlíkindini fyri at fáa stig eru munandi betri, enn tey vóru í dag.
U19 EM Undankapping
05.10.18 - Marijampole, Litava
Føroyar - Írland 0-3 (0-1)
Føroyska liðið(4-2-3-1): Eyðgerð R. Mikkelsen - Maria á Lakjuni (`73 Rutt H. Gregersen), Rebekka J. Olsen, Julia Helena Dal Henriksen, Poula Andreasen - Sara Samson Lamhauge, Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir(`73 Ása Stórá Carlsen ) - Sanna Svarvadal, Marjun Ó. Danielsen(L)(`81 Sólvá S. Olsen), Julia Naomi Mortensen - Mona Rasmusdóttir(`88 Victoria á Lakjuni)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald