Fótbóltur

U19-landsliðið við dreingjum úttikið

Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið hópin, sum 13. – 20. november skal spæla EM-undankapping í Danmark.

Mynd: Fótbóltssamband Føroya

Mynd: Fótbóltssamband Føroya

2019-11-03 11:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 13. – 20. november skal føroyska U19-landsliðið við drengjum spæla EM-undankapping í Køge í Danmark.

Talan er um bólk 8, og umframt Føroyar og Danmark eru Frakland og Finnland eisini í kappingini, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Jógvan Martin Olsen, venjari U19-dreingjunum, hevur nú uttikið hópin til EM-undankappingina. Av teimum 18, sum eru úttiknir, hava 13 teirra sína dagligu gongd í føroyskum fótbólti, meðan 5 spæla við donskum feløgum.

Hópurin er hesin:

Bjarti Vitalis Mørk, HB

Andreas Jansson Thomsen, B36

Børge Petersen, KÍ

Ári Arge, OB (Danmark)

Alexander Ólavsson Jensen, B68

Elias El Moustage, Thisted (Danmark)

Hanus Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)

Símun Sólheim, HB

Leivur Fossdal Guttesen, SønderjyskE (Danmark)

Jonn Johannesen, KÍ

Jóhann Hansson Joensen, B36

Peter Bergman Hansen, OB (Danmark)

Tórur Franksson Joensen, HB

Meinhard Debes Geyti, NSÍ

Boah Hans Mneney, Víkingur

Gundur Ellingsgaard Petersen, ÍF

Dánjal Reginsson, HB

Bárður Ólavsson Jensen, B68

 

Skráin:

13. november Frakland – Føroyar (kl. 14:30 dk. tíð / Køge Stadion)

16. november Danmark – Føroyar (kl. 18:00 dk. tíð / Køge Stadion)

19. november Føroyar – Finnland (kl. 14:00 dk. tíð / Frederiksberg Idrætspark)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder