Í døgunum 8. til 12. mai fer føroyska U19-landsliðið við gentum til Riga í Lettland, har tær skulu spæla tveir venjingardystir. Spælt verður 9. og 11. mai.
Pætur Smith Clementsen er venjari hjá U19-gentunum, og hann hevur nú sett navn á tær 18, ið eru úttiknar til komandi dystir.
Hópurin
Maria Djurhuus, AaB Ålborg (DAN)
Vár Miðberg, AB/B71
Marjun Óladóttir Danielsen, B36
Emma Hansdóttir, B36
Armgarð undir Leitinum, B36
Hanna L. Jacobsen, B36
Eyðgerð R. Mikkelsen, HB
Julia Helena Dal Henriksen, HB
Jensa K. Tórolvsdóttir, ÍF/Víkingur/B68
Mona Rasmusdóttir, ÍF/Víkingur/B68
Maria á Lakjuni, ÍF/Víkingur/B68
Rebekka J. Olsen, ÍF/Víkingur/B68
Jacoba K. Neshamar, Jerne IF (NOR)
Óluva A. Joensen, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Silja Augustinussen, EBS/Skála
Lea Lisberg, EBS/Skála
Í oktober skulu U19-genturnar til EM-undankapping í Finnlandi. Har skulu tær spæla ímóti Finnlandi, Litava og Kekkia, skrivar FSF á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald