Føroysku U19-kvinnurnar skulu í kvøld spæla hálvfinalu í EHF Championship kappingini, sum hesa vikuna er í litaviska býnum Klaipéda. Í kappingini eru átta av liðnum, ið ikki eru við til EM-endaspælið. Har hava Ungarn og Danmark verið sterkast av teimum 16 liðunum, og spæla tey í morgin EM-finalu.
Ein finala verður eisini á skránni í Klaipéda í morgin. Spurningurin er, um Føroyar megna at spæla seg í hesa.
Slovenia vann hin bólkin, so tað verður mótsstøðuliðið hjá Føroyum. Allarflestu spælararnir hava spælt móti hvørjum øðrum, tí Føroyar og Slovenia hittust í HM-endaspælinum hjá U18-kvinnum í fjør. Tá vunnu Føroyar 31-28.
Les eisini: Skulu spæla hálvfinalu móti Slovenia
Á ein hátt er eitt HM-pláss til næsta ár eisini uppá spæl í Litava í kvøld, tí liðini í European Championship hava bert møguleika at koma til endaspælið við at koma í finaluna.
Lagt er upp til ein spennandi dyst, ið kann stroymast á EHFTV. Neyðugt er at stovna brúkara, men tað er ókeypis og gongur skjótt. Hálvfinalan hjá Føroyum byrjar klokkan 17.45 føroyska tíð.
U19 European Championship, hálvfinalur
Klaipedia, Litava - leygardagin 15. juli
15.30: Litava - Spania
17.45: Føroyar - Slovenia
Kelda: HSF og EHF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald