Føroyar spældu í gjár sera spennandi bólkafinalu móti Spania. Føroyska liðið var á odda í steðginum, men Spania vísti styrki, og óskerpni í avgerandi støðum kostar í so tøttum dystum. Føroyar taptu við einum men fingu helst heilt nógv burturúr hesari avbjóðingini og upplivingini.
Les eisini: Júst ov stuttar móti Spania
Ungu føroysku kvinnurnar vunnu stórt á bæði Bulgaria og Turkalandi fyrr í vikuni, og harvið var plássið í hálvfinaluni í EHF Championship longu tryggjað áðrenn dystin í gjár.
Føroyar royna at vera best av teimum átta liðunum í Litava - hetta eru nøkur av liðunum, ið ikki eru við til EM-endaspælið fyri U19-kvinnur, sum er í løtuni. Gullheiðursmerki eru uppá spæl í Litava, men eitt finalupláss merkir eisini, at man hevur rættin at spæla um pláss í HM-endaspælinum næsta ár.
Maria Pálsdóttir Nólsoy úr Neistanum í gjøgnumbroti (Mynd: EHF)
Teir árgangirnir, sum fyri stuttum vóru til HM-endaspælið fyri U21 hjá monnum í Týsklandi, vunnu eina EHF Championship í Bulgaria, tá teir vóru U19. Hetta gav atongd til EM-endaspæl árið eftir, eisini fyri árgangirnar beint undir, og harfrá spældu tvey føroysk landslið seg til HM eisini.
Hálvfinalan í Litava í annaðkvøld hevur harvið nógv at siga fyri føroyskan kvinnuhondbólt. Slovenia er mótstøðuliðið. Slovenia vann hin bólkin við sigrum á Litava, Estlandi og Bosnia. Metast kann at talan verður ein um eina tætta hálvfinalu. Fyrsta bríksl verður klokkan 17.30, og dysturin verður stroymdur á ehftv.com
U19 European Championship, hálvfinalur
Klaipedia, Litava - leygardagin 15. juli
15.30: Litava - Spania
17.45: Føroyar - Slovenia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald