At føroysku U19-kvinnurnar helst vóru væl sterkari enn Bulgaria og Turkaland var greitt áðrenn European Championship-kappingina. Tað er nú eisini sjón fyri søgn. Í gjár legði føroyska liðið út við at vinna við 24 málum á Bulgaria, og fyri løtu síðani sigraðu Føroyar á sannførandi hátt móti Turkalandi á degi nummar tvey í Litava. Hóast spælið á ymsan hátt helst kundi verið nakað betri, var ongantíð nakar ivi: Føroyar vunnu 40-22
Sí eisini: Myndir: Sigurin á Bulgaria
Fyrstu minuttirnar var tað haltandi, men so kom glið á málskjótingina, og føroyska verjan fekk fatur á Turklandi, sum spældi heldur skinklandi álopsspæl. Okkara fingu eisini fleiri "løtt mál". Tað eydnaðist at revsa Turkaland í skjótálopum ógvuliga ofta gjøgnum dystin, og vengurnar hjá Føroyum høvdu ein sterkan dag. Karin Egholm á høgra vongi og Lea Mohr vóru sum heild ógvuliga tryggar, tá tær fingu bóltin og Karin gjørdist toppskjútti við sjey málum.
Inga Maria Roysdóttir og Silja Olivia Heðinsdóttir komu inn, tá beint undir tjúgu minuttir vóru eftir. Tær vóru báðar 100 prosent og skoraðu samanlagt níggju mál. Serliga Silja gjørdi bart við sínum skjótleika og tryggleika - annan dystin á rað skoraði hon seks mál.
Tá tær á føroyska liðnum veruliga hugsavnaðu seg, var verjan sterk. Hetta var serliga kring miðjuna í 1. hálvleiki og byrjanina av seinna hálvleiki. Málverjarnar úr hvør sínum havnarfelagi - Silja Arngrímsdóttir Müller og Gylta Djurhuus á Neystabø - stóðu hvør sín hálvleik og tóku væl frá: Silja serliga í seinnu hálvu av 1. hálvleiki, og Gylta fyrstu løtuna eftir steðgin, har málið hálvgum var stongt.
Gylta á Neystabø spældi seinna hálvleik og átti seks bjargingar (Mynd: EHF)
Bjørk F. Joensen úr Neistanum skoraði ikki so nógv mál í dag, men var sera týdningarmikil partur av føroyska spælinum. Hetta fekk hon heiður fyri frá EHF eftir loknan dyst (Mynd: EHF)
Munurin í máltalvuni kom skjótt upp ímóti tíggju málum, og tað snúði seg bert um støddina á føroyska sigrinum. Til tíðir var føroyska álopsspælið skjótt og effektivt, hóast venjaratoymi og spælarar kundu ynskt sær eitt sindur færri tekniskt og "løtt" mistøk og uppaftur fleiri mál. Maria Pálsdóttir Nólsoy átti fleiri flottar fríspælingar og fekk nøkur góð mál, men rakti eisini stong ella yvirleggjara fýra ferðir. Bjørk Franksdóttir Joensen varð kosin besti føroyski spælari: Høgri bakkurin hevði eitt hav av uppleggum og góðum avgerðum í dag.
Heilt óvanligt var tað, at Lukka Arge brendi yvir helmingin av sínum brotskøstum (tvey av trimum) Sum heild kundi sigurin verið uppaftur størri, tí Føroyar vóru so nógv omaná - Turkalandi minkaði eisini nakað seinastu minuttirnar - men enn ein stórsigur og harvið er hálvfinaluplássið tryggjað.
Føroyar og Spania spæla hósdagin um 1. plássið í bólkinum. Í hálvfinaluni leygardagin verður mótstøðuliðið helst Slovenia ella litavisku vertirnir. Um Føroyar koma í finaluna, livir vónin um pláss í HM-endaspælinum fyri U20-kvinnur næsta ár.
EHF European Championship, U19 kvinnur
Í dag, týsdagin 11. juli
Føroyar - Turkaland 40-22 (21-11)
Dystargongdin:
5 min: 3-2
10 min: 9-4
15 min: 12-4
20 min: 16-7
25 min: 18-9
30 min: 21-11
35 min: 23-11
40 min: 25-12
45 min: 29-14
50 min: 32-16
55 min: 39-17
Føroysku málskjúttarnir:
Karin Egholm 7 mál
Maria Pálsdóttir Nólsoy 6 mál
Silja Olivia Heðinsdóttir 6 mál
Lea Mohr 5 mál
Barbara Hammer 3 mál
Lukka Arge 3 mál (1)
Inga Maria Roysdóttir 3 mál
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 2 mál
Bjørk Franksdóttir Joensen 2 mál *
Sára Lagos 2 mál
Hanna Jakobsdóttir Dalsgaard 1 mál
*Dagsins spælari hjá Føroyum
Skoteffektivitetur (Mál/Skot) : 40/59 = 68 prosent
Bjargingar:
Silja Arngrímsdóttir Müller 7 - 43 prosent (var ikki í málinum til tvey skot - tómt mál)
Gylta Djurhuus á Neystabø 6 - 35 prosent
Útvísingar:
Føroyar: 5
Turkaland: 6 (Eitt reytt kort)
Tekniskar villur:
Føroyar: 10
Turkaland: 17
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald