Fótbóltur

U19: Stórtap í fyrstu royndini í gjárkvøldið

Sterka kekkiska liðið vann 5-0 á Føroyum í EM-undankappingardystinum gjárkvøldið.

Tær sum byrjaðu á vøllinum í gjár (Mynd: FSF)

Tær sum byrjaðu á vøllinum í gjár (Mynd: FSF)

2019-10-03 15:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - At tapa 5-0 er sjálvandi ongantíð eitt gott úrslit, men vit møta einum sera góðum kekkiskum liði. Vit byrja væl, og fyrsta málið kom ikki fyrr enn eftir 23 minuttir. Í hálvleikinum var støðan 3-0, og vit kendu á okkum, at hetta var ein heldur stór leiðsla í mun til leikgongdina.

Soleiðis sigur Pætur Smith Clementsen, landsliðsvenjari hjá U19 gentunum við heimasíðuna hjá FSF. Í 2. hálvleiki gjørdist uppgávan ikki lættari hjá ungu føroysku kvinnunum, tá liðskiparin Sanna Svarvadal fekk sítt seinna gula kort.

Landsliðsvenjarin er væl nøgdur við, hvussu leikararnir takklaðu støðuna og innstatsin sum heild: 

- Í seinna hálvleiki verður brekkan brættari, tá tær skora til 4-0 og ein av okkara fær reytt kort. Men tíbetur var reaktiónin hjá okkara spælarum góð, og tær stríðast alt fyri at fyribyrgja einum rættiligum skrædli. Gamaní taptu vit við fimm málum, men tað var hugaligt at síggja tann stríðsvilja, ið okkara spælarar vístu, so tapið ikki bleiv óneyðuga stórt.

Pætur Clemtnsen sigur tó eisini, at í føroysku leguni irðar men seg um, at liðið ikki hevur bóltin meira og megna at skapa fleiri kjansir. Men hann viðgongur, at føroyingar ikki altíð ráða yvir gongdini í dystinum, tá vit møta so sterkari mótstøðu.

Næsta uppgáva er vertstjóðin Finnland, sum í gjárkvøldið vann heili 9-0 á Litava.

- Nú hvíla vit og byrja at fyrireika okkum til dystin móti Finnlandi. Tær eru væntandi eitt sindur sterkari enn Kekkia, so okkara gentur fáa seg veruliga royndar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder