Føroyska U19 landsliðið hjá monnum í fótbólti er hesum døgum í Danmark, har tríggjir dystir eru á skránni í EM-undankappingini.
Hósdagin taptu teir 5-0 ímóti Fraklandi.
Aftur í dag var ein trupul dystur á skránni tá teir spældu ímóti vertinum úr Danmark. Føroyar megnaði at fara til hálvleiks við 0-0, men tá smáir tjúgu minuttir vóru farnir av seinni hálvleiki løgdu danir seg á odda 1-0 við málið frá Anis Ben Slimane. Tólv minuttir fyri tíð var tað enn einaferð Slimane, ið skoraði, tá hann gjørdi tað til 2-0, sum eisini var endaliga úrsliti.
U19 EM-undankapping, bólkur 8
Capelli Sport Stadion, 13. November – Køge
Danmark – Føroyar 2-0 (0-0)
63’ Anis Ben Slimane 1-0
78’ Anis Ben Slimane 2-0
Føroyar (5-4-1): Peter Bergman Hansen – Meinhard Debes Geyti, Alexander Ólavsson Jensen, Børge Petersen, Noah Mneney, Tórur Franksson Joensen – Dánjal Reginson(71’ Bárður Ólavsson Jensen), Elias El Moustage, Jonn Johannessen (L), Símun Sólheim – Leivur Guttesen(71’ Aron Jarnskor)
Venjari: Jógvan Martin Olsen
Føroyar spæla seinasta dystin týsdagin, tá teir møta Finnlandi í Fredriksberg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald