Fótbóltur

U19: Greitt tap móti Fraklandi í fyrsta dystinum

Fyrsta tíman var føroyska avrikið sera gott, og Andreas Thomsen rakti tvørtræðið meðan tað enn var 0-0. Franska liðið var tó samanumtikið alt ov sterkt og vann 5-0.

Ungu føroysku menninir stríddust væl í Køge í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Ungu føroysku menninir stríddust væl í Køge í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2019-11-13 15:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

(Myndir eru niðast)

EM-undankappingarbólkur 8 hjá U19 monnum varð seinnapartin settur í gongd í Køge, tá Føroyar og Frakland hittust. Tað var kølið og eitt lítið lot, men veðrið til fótbólt var heilt gott. Fitt av fólki var komið saman. Millum annað helmingurin av A-landsliðshópinum, ið var komin at stuðla eins og fleiri aðrir føroyingar. Har vóru eisini fleiri “scouts”, ið granskaðu leikararnar á vøllinum.

Undan dystinum var greitt, at føroyska U19 landsliðið helst fór at hava bóltin heilt lítið og vera undir trýsti stóran partin av dystinum. Fyrstu minuttirnar leikaði tó javnt á, og Føroyar høvdu bestu royndina. Eftir gott uppspæl og stríð í vinstru varð bólturin skotin inn í franska brotsteigin. Hann varð í fyrstu syftu ruddaður burtur, men bólturin endaði hjá høgra vongbakkinum Andreas Thomsen, sum úr 25 metrum høgdi til og rakti yvirleggjaran. Eitt suð fór ígjøgnum fjøldina tá, og føroyingarnir høvdu givið sína ávaring til fraklendingar.

Franska liðið, ið var mannað við leikarum úr fleiri stóru fronskum feløgum, har nakrir hava fingið spæltíð í bestu deildini, svaraði aftur við at leggja seg á odda. Sera vælleikandi vinstri bakkurin slapp at reka heilt frá áleið miðjum vølli og inn í brotsteigin, og skot hansara fór umvegis eitt føroyskt bein framvið Bjarta Vitalis Mørk. Málverjin varð tó ikki noyddur at gera bjargingar í 1. hálvleiki, tí hóast Frakland setti seg av álvara á dystin eftir málið, og dystarmyndin líktist henni, ið roknast kundi við áðrenn, so stóðu og stíddust føroysku leikararnir væl. Frakland kom ikki til opnar málmøguleikar, men tveir minuttir fyri steðgin dekkaðu Føroyar ikki nóg væl upp í samband við hornaspark, og so var 2-0.

Fraklendingar høvdu allan vegin frá 1-0 fult tamarhald á støðuni, hóast teir í bláum ikki skaptu eitt hav av málmøguleikum. Føroyar megnaðu als ikki at hótta í 2. hálvleiki, men okkara stríddust fyrimyndarliga væl og vardu eisini í flestu støðunum heilt væl. Sigast skal, at Frakland ikki setti leikferðina heilt upp nakrantíð  - at orkan skal brúkast í øðrum dystum er væl møguligt. Fraklendingar økti tó stutt fyri tíman, tá sera sterki 9’arin stútaði bóltin í málið, og síðani tvær ferðir seinastu løtuna. Fyrst gjørdist Adrien Truffert tvífaldur málskjútti við góðum skoti frá brotsteigarmarkinum,  ið fór upp í longra málhornið, og síðani umsetti Kondredi úr Valencia brotsspark til mál.

Samuntakið var føroyska avrikið gott, men tað gjørdist sera tungt seinasta hálva tíman. Leygardagin spæla Føroyar móti donsku vertunu í Køge, og talan verður aftur um eina sera møtimikla uppgávu hjá okkara monnum.

U19 EM-undankapping, bólkur 8
Capelli Sport Stadion, 13. November - Køge
Føroyar – Frakland 0-5 (0-2)
14’ Arthur Zagre 0-1
44’ Adrien Truffert 0-2
64’ Ulrick Brad Debes Elle 0-3
83’ Adrien Truffert 0-4
86’ Koba Kondredi (br.) 0-5

Føroyar (5-4-1): Bjarti Vitalis Mørk – Andreas Thomsen (72’ Meinhard Debes Geyti), Alexander Ólavsson Joensen, Børge Petersen, Noah Mneney, Tórur Franksson Joensen – Leivur Guttesen (90’ Ári Arge), Elias El Moustage, Jonn Johannessen (L), Símun Sólheim – Gundur Ellingsgaard Petersen (46’ Jóhann Hansson Joensen)

Venjari: Jógvan Martin Olsen

Myndir: Sverri Egholm:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder