2022-11-08 19:52
- U19 genturnar byrjaðu EM undankappingina við einum sterkum avriki og 3-1 sigri móti vertstjóðini Litava
Hetta skrivar Fótbóltssamband Føroya í kvøld. Eitt bjargað brotsspark syrgdi fyri, at Føroyar ikki komu afturum, og so sló Lisa Haraldsen úr 07 Vestur til tvær ferðir
- Tað gekk báðar vegir í fyrra hálvleiki, og eitt nú bjargaði Gunnvá Lützen einum brotssparki, tá umleið hálvur tími var spældur.
Tær ellivu, ið byrjaðu dystin
Myndir: Fótbóltssamband Føroya
- Lisa Haraldsen legði Føroyar á odda stutt fyri hálvleik, og hon økti eisini sjálv hornaspark, tá seinni hálvleikur var eitt korter gamal
Myndir: Fótbóltssamband Føroya
- Lisa Haraldsen legði Føroyar á odda stutt fyri hálvleik, og hon økti eisini sjálv hornaspark, tá seinni hálvleikur var eitt korter gamal
Gunnvá Lützen er evnaríkur málverji. Hon er upprunaliga úr HB men roynir seg nú í donskum fótbólti. Hon og liðfelagirnir fingu ein lutfalsliga tryggan sigur móti litavisku vertunum, hóast mál kom inn móti endanum
Rakul Sørensen úr Víkingi skoraði til 3-0, og ungu føroysku kvinnurnar kundu fegnast um ein uppibornan sigur eftir síðsta bríksl.
Rakul Sørensen og Lisa Haraldsen, føroysku málskjúttarnir (Mynd: FSF)
Føroyar skulu aftur í eldin fríggjamorgunin. Tá er mótstøðuliðið Ísland, sum í sínum fyrsta dysti vann stórt móti Liktinstein, skrivar fsf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald