U-19 landsliðið hjá kvinnum tapti fríggjadagin 4-0 fyri Íslandi, men í dag eydnaðist at vinna 4-0, tá Liktinstein, ið var lægst styrkismetta liðið í EM-undankappingarbólkinum, var mótstøðuliðið.
Lisa Haraldsen legði Føroyar á odda eftir eitt korter, tá hon var fyrst á leysum bólti í málteiginum. Tað var áleyparin úr Sørvági eisini í samband við eitt hornaspark tíðliga í 2. hálvleiki. Lisa skoraði eisini tvey mál í 3-1 sigrinum á Litava í síðstu viku, og harvið fekk hon fýra mál í trimum dystum í undankappingini.
Nú hevði føroyska liðið veruliga tamarhald á dystinum, og síðstu løtuna settu ungu føroysku kvinnurnar tjúkka striku undir, at tær fóru at vinna dystin og harvið enda nummar tvey í bólkinum.
Fyrst setti Malena Olsen úr KÍ seinasta fótin á eitt vælleikt álop, og stutt fyri leiklok setti Lea Tórarenni Johannesen punktum, og harvið vann liðið hjá Pæturi Clementsen greitt á Liktinstein. Føroyar skoraðu sjey mál í EM-undankappingini.
EM-undankapping, bólkur A (3. og síðsta umfar)
LFF Stadionas, Vilnius - mánadagin 14.11)
Føroyar - Liktenstein 4-0 (1-0)
15' Lisa Haraldsen 1-0
58' Lisa Haraldsen 2-0
79' Malena Olsen 3-0
89' Lea Tórarenni Johannesen 4-0
Til ber at hyggja eftir øllum dystinum her. Lið og hagtøl á uefa.com
Endaliga støðan í bólkinum:
1. Ísland 9 stig (víðari í EM-undankappingini)
2. Føroyar 6 stig
3. Litava 1 stig
4. Liktinstein 1 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald