Fótbóltur

U20 EM: Sigraðu á Sveis

Gjørdist meira spennandi enn neyðugt men ungu føroyingarnir vístu sinnisliga styrki móti endanum og vunnu 30-29. Í morgin er lykladystur móti Fraklandi.

Trúgvi Hávardsson gjørdi bart og skoraði seinasta málið í dystinum eftir gott gjøgnumbrot (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)

Trúgvi Hávardsson gjørdi bart og skoraði seinasta málið í dystinum eftir gott gjøgnumbrot (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)

2024-07-10 13:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Undan byrjanardystinum var greitt, at Føroyar sum so skuldi vinna á Sveis. Í trupla bólkinum, har Frakland og Spania eisini eru, snýr tað seg um at enda á í øllum førum á 2. plássi fyri at hava møguleikan at koma víðari og í øllum førum á 3. plássi við 2-3 stigum fyri at fáa HM-pláss til næsta ár.

Hetta síðstnevnda er minsta málið hjá Føroyum, staðfesti Djóni Gaard Joensen fyri Portalinum í gjár. Djóni og Hjalti Mohr Jacobsen kundu vera væl nøgdir við serliga álopsspælið í 1. hálvleiki. Føroyar høvdu lítlar og ongar trupulleikar við at skapa møguleikar og at skora mál, og í steðginum var 21-15.

Tað var annars nakað merkisvert, at Føroyar høvdu heldur ilt við at fáa nógv burturúr strikuspælinum. Tað hevur annars verið eitt eyðkenni hjá árganginum við sterka Ísaki Vedelsbøl, men føroyingar høvdu heldur ilt við at finna hann. Ísak var væl eftiansaður, og hann brendi eisini nøkur skot. Tað gjørdi toppskjúttin Óli Mittún sanniliga eisini - tað var blandalið bomm hjá heilt stóra profilinum hjá Føroyum. Hann varð toppskjútti við 8 málum og valdur til dagsins spælara, men Óli brendi yvir helmingin av sínum 18 skotum. Hann hevði tó eisini 8 upplegg.

[object Object]Óli kosin dagsins spælari hjá Føroyum (Mynd: HSF)

[object Object]
Ísak við frekum máli. Hann hevði tað tó torført í álopspartinum í dag (Mynd: HSF)

[object Object]16-ára gamli Jákup Egholm (Mynd: HSF)

Verjan hevði tað torført fyrstu løtuna men fekk so líðandi betur tak á. Eingin føroysk bjarging var fyrsta lítla korterið, men innskifti Torstein Sivertsen kom í gongd og hevði samanlagt 11 bjargingar. Hin málverjin, Aleksandar "Sasha" Lacok, bjargaði tveimum brotskøstum seint í 1. hálvleiki og kom eisini inn og hevði dystaravgerandi bjargingina í síðstu sekundunum.

[object Object]
Ikki so nógvar bjargingar frá "Sasha" í dag, men tær vóru stórar og avgerandi (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)

[object Object]
Torstein Sivertsen hevði stóran leiklut í FM-heitinum hjá H71. Í løtum í dag gjørdi hann bart saman við verjuni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]

Tað varð spennandi heilt til endans, tí Sveis trýsti Føroyar, og tí Føroyar bert skoraðu níggju ferðir eftir steðgin. Eftir seks minuttum í 2. hálvleiki var føroyska hálvleiksleiðslan skorin niður í helvt (frá +6 til +3), og tað lá millum tvey og trý mál leingi. Tað burdi verið størri munur, men sveisiski málverjin hevði á eitt tíðarskeið á 10 minuttir átta bjargingar; millum annað tríggjar í sama álopi. Tað gekk framvegis fínt at koma til møguleikar - Føroyar spældi 7 móti 6 so at siga allan 2. hálvleik - men striltið gekst at skora.

Munurin tódnaði, og Sveis javnaði tvær ferðir. Tað var 29-29, tá farið var inn í seinasta minuttin. Sveis dekkaði Óla Mittún høgt, og Trúgvi Hávardsson úr StÍF, sum spældi ein góðan dyst, tók av, fór ígjøgnum og skoraði sítt fimta mál.

Seinasta álopið var føroyska verjan stinn, og Sasha bjargaði heldur kroysta sveisiska langskotinum. Tvey ógvuliga týðandi og harðvunnin stig móti stríðfúsu sveisunum, hvørs málverji varð kosin dagsins spælari.

[object Object][object Object]
Føroysku áskoðarnir hoydist væl (Mynd: HSF)

Føroysku profilarnir skulu spæla eit vet betri, og samalað avrikið yvir allar 60 minuttirnar skal vera sterkar, um Frakland eisini skal koppast í morgin. Dysturin verður ógvuliga týðandi fyri, hvussu endaspælið fer at ganga. Hann byrjar 15.40 og kann stroymast fyri eitt gjald HER  

U20 EM-endaspæl
Celje, 10.07
Føroyar – Sveis 30-29 (21-15)

Dystargongdin
5 min. 4-3
10 min. 6-7
15. min. 11-9
20 min. 15-12
25 min. 19-13
30 min. 21-15
35 min. 23-18
40 min. 24-21
45 min. 25-22
50 min. 26-24
55 min. 29-28
60 min. 30-29

Málskjúttar hjá Føroyum:

Óli Mittún 8 (1)
Trúgvi Hávardsson 5
Jákup Egholm 4
Niklas Gaard 4
Høgni Højsted 3
Ísak Vedelsbøl 2
Rókur Ziskason 2
Høgni Heinason 1
Helgi Poulsen 1  - Fyrsti endaspælsdystir
-----------
Búi Djurhuus Poulsen hevði eisini stóran leiklut í serliga verjuni í 2. hálvleiki

Málverjar:
Torstein Sivertsen: 11 bjargingar (44 prosent) - spældi áleið 40 minuttir
Aleksandar Sasha Lacok 20 min. 4 bjargingar, harav tvey brotskøst (26 prosent) - spældi áleið 20 minuttir

Tøl: HSF/EuroHandball(HandballStatz)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder