Hondbóltur

U20-garparnir aftur í eldin á middegi

Í gjár vunnu teir á Danmark, og í dag skulu teir spæla móti verandi evropameistarunum, Slovenia.

17 ára gamli Óli Mittún gjørdi í gjár eisini sítt til, at sigurin móti dønum kom í hús (Mynd: Harald Bjørgvin)

17 ára gamli Óli Mittún gjørdi í gjár eisini sítt til, at sigurin móti dønum kom í hús (Mynd: Harald Bjørgvin)

2022-07-08 08:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

U20-garparnir, sum framdu stóra bragdið í gjár, at vinna á Danmark, fara aftur í eldin á middegi í EM-endaspælinum fyri U20 landslið.

Hesaferð er tað annar av trimum dystunum í bólkaspælinum, sum er á skránni, og tað er Slovenia, sum skal knógvast.

Slovenia eru verandi meistarar, men helst er liðið ikki á sama støði, sum tað hevur verið. Ungarn vann í gjár 31-22 móti slovenum, sum tí skulu reisa seg móti Ellefsen-systkinabørnunum og øllum hinum hondbóltssnillingunum á føroyska liðnum.

Dysturin sæst í Kringvarpinum, sum byrjar at senda kl. 11:50.

Sí eisini: Myndir: Roysnið í Porto

Les eisini: Føroysku dreingirnir bukaðu danir av

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder