Fótbóltur

U20-kvinnurnar skulu til HM í Kina

Eins og við U21 í fjør, er avboð komið úr Osiania, og tað fellur Føroyum í lut at luttaka til endaspæl. Føroyar skulu í fyrstu syftu spæla móti Kroatia, Japan og Noreg í Jinzhong -spenanndi profilar eru í árgangunum.

Til U19 EM í fjør. Føroyska liðið var upprunaliga júst ov stutt til HM fyri U20-lið - men nú er nýggjur møguleiki komin (Mynd: HSF/Kolektiff)

Til U19 EM í fjør. Føroyska liðið var upprunaliga júst ov stutt til HM fyri U20-lið - men nú er nýggjur møguleiki komin (Mynd: HSF/Kolektiff)

2026-04-20 14:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur ligið í luftini í eina tíð, og í dag kann Hondbóltssamband Føroya staðfesta tað:

- Hóast føroyska U20-kvinnulandsliðið ikki vann seg til HM-endaspælið upprunaliga, so hava Føroyar nú fingið eitt sonevnt wild card frá IHF.

Hetta er líknandi støða sum hjá U21-landsliðnum við monnum í fjør, sum fekk plássið hjá Nýsælandi - og endaði við at vinna bronsu.

At ungu føroysku kvinnurnar fara at standa seg so væl uppá avboð, er ósannlíkt. Men føroyska liðið hevur fleiri dygdarspælarar:

Sìðani U19 EM-endaspælið í fjør, hevur málverjin Gylta Djurhuus á Neystabø spælt fleiri A-landsdystir, millum annað í HM-endaspæli, og staðfest seg sum fyrsta málverja hjá Kyndil.

[object Object]Gylta Djurhuus á Neystabø kom inn í fyrsta EM-undandystinum hjá A-landsliðnum í Reykjavík og gjørdi mun (Mynd: Sverri Egholm)

Joan Johannesen og Agatha Kjærbek Djurhuus eru tvær aðrar úr 06-árganginum, sum eisini hava gjørt vart við seg í SMS-deildini hetta kappingarárið. Báðar skifta til KA/Þór í bestu íslendsku deildini í summar.

Sí eisini: Joan: - Spennandi møguleiki fyri framman í Íslandi (Video)

Sára Berg á Lag var stóri spælarin í hálvfinaluni í Hoyvík í gjár, og í árgangunum eru eisini álopsprofilar sum Silja Geirsdóttir Eystberg (Kyndil) og Ró Reginsdottir (Neistin)

Sára Berg á Lag: - Mugu halda høvdið kalt

Lutakastið um bólkabýtið hevur longu verið, og eru Føroyar í bólki H saman við Kroatia, Japan og Noreg.

Endaspælið verður leikt í Jinzhong í Kina í døgunum 24. juni til 5. juli, staðfestir HSF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder