Fótbóltur

U21: Ási og Áki frá byrjan í dag

Føroyar spæla við fimm í verjuni móti Hvítarusslandi. Dysturin byrjar klokkan 14.30.

Teir fyrstu 11 til taktiskt prát (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

Teir fyrstu 11 til taktiskt prát (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

2023-09-07 13:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Ferðingin gekk væl, og umstøðurnar í Jerevan, her vit hava vant, hava verið góðar. Venjingarvøllurin hevur verið eitt sindur ivasamur, men tað skal allíkavæl ikki vera nøkur umbering fyri nakað sum helst. Tað hevur gingið væl undir venjingunum, so vit eru væl fyrireikaðir.

Hetta sigur Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF í samband við EM-undankappingardystin móti Hvítarusslandi í dag. U21-liðini hjá londunum spæla dystin í Armenia, vegna kríggið sum Russland og eisini Hvítarussland (Belarus) førir móti Russlandi.

Les eisini: U21 skal royna seg móti Hvítarusslandi seinnapartin

Fótbóltssamband Føroya og uefa.com hava avdúkað byrjanaruppstillina hjá Eyðuni Atla Gregersen.

Teir fyrstu 11, ið verða sendir á vøllin, eru hesir: Ari í Haraldstovu Petersen Petersen, Signar á Brúnni, Børge Petersen, Áki Johannesen, Elias Rusborg, Ási Dam, Áki Samuelsen, Gullbrandur Øregaard, Noah Hans Mneney, Olaf Bárðarson og Jørgen Nielsen.

Talan er um eina 5-4-1/3-4-3 leikskipan, har Áki Johannesen úr B68 og Ási Dam úr 07 Vestur - leigaður úr HB -  eru nýggir menn í miðverjuni. Hetta í mun til einasta dystin hjá Føroyum í undankappingini higartil, sum var á heimavølli móti Andorra í juni.

Tá endaði tað 2-2. Hvítarussland hevur longu spælt tríggjar dystir, og eru teir allir endaðir við javnleiki. Fyrsta bríksl í dag verður klokkan 14.30, og dysturin sæst á Rás 1 hjá Televarpinum. Umleið 30 hitastig vera. 

U21 EM-undankapping, bólkur G
Hósdagin 7. september, Armenia
14.30: Hvítarussland - Føroyar 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder