Tveir spennandi landsdystir eru á skránni í dag. A-landsliðið spælir her í Varsjava í kvøld, og U21-landsliðið dystast við Hvítarussland seinnapartin.
Tann dysturin verður tó spældir í Armenia. Hetta orsakað av krígnum í Ukraina - UEFA-dystir verða ikki spældir í Russlandi ella Hvítarusslandi í løtuni.
Tað er ógvuliga heitt í Armenia. Helst umleið 30 hitastig undir dystinum og føroyska liðið skal handfara tað, umframt Hvítarussland. Helst verður talan um rímiliga verjukent útgangsstøði við vandamiklum kontraspæli.
Eyðun Klakstein hevur orðið undir venjing týsdagin (Mynd: Andrass Thomsen/FSF)
Føroyska U21-liðið hevur higartil spælt ein dyst í undankappingini. Tann dysturin endaði 2-2 í Klaksvík. Tað var Andorra, ið vitjaði. Hvítarussland hevur longu spælt tríggjar dystir: Allir eru endaði við javnleiki, og tveir teirra vóru júst móti Andorra. Hin varð spældur móti Grikkalandi.
– Hvítarussland er eitt gott lið, sum ikki hevur fingið tey úrslit, ið teir hava ætlað sær, og kanska hava havt uppiborið. Teir kunnu spæla skjótt og smátt men eisini langt og beinleiðis, og tí verður dysturin avbjóðandi fyri okkara verjuspæl. Hinvegin hava teir eisini avbjóðingar og veikleikar í pørtum av spælinum, og tí skulu vit gera okkum dælt av. Men vit vita, at tað skal altíð eitt gott avrik til fyri at fáa góð úrslit, og vit mugu tí stríðast alt, vit eru mentir, fyri at fáa tað góða úrslitið.
Soleiðis sigur Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF fyrrapartin.
Ilt er at meta um styrkismunin, men Hvítarussland er favorittur á pappírinum. Føroyski hópurin vandi í Armenia týsdagin og í gjár, og seinni skulu menninir hjá Eyðuni Klakstein og Atla Gregersen veruliga í eldin.
Fyrsta bríksl verður klokkan 14.30 føroyska tíð. Televarpið, Rás1, vísir dystin
U21 EM-undankapping, bólkur G
Hósdagin 7. september, Armenia
14.30: Hvítarussland - Føroyar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald