Fótbóltur

U21: Danir gjørdust júst ov stuttir

Liðini sum okkara U21-landslið var í bólki saman við í undankappingini eru úti eftir bólkaspælið, hóast bæði Danmark og Pólland fingu seks stig.

Philip Billing og hinir á danska liðnum rukku akkurat ikki málinum í Italia - Mynd: Scanpix

Philip Billing og hinir á danska liðnum rukku akkurat ikki málinum í Italia - Mynd: Scanpix

2019-06-24 07:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

EM-endaspælið fyri U21-landslið er í hesum døgum á skránni í Italia. Kappingin er sera hørð, tí 12 lið eru við og bert fýra sleppa víðari úr bólkaspælinum: Teir tríggir bólkavinnararnir umframt tann besti tvey'arin. 

Bólkur A:
Í einum sera tøttum bólki vann Spania seg viðari orsakað av bestu málúrttøkuni í innanhýsis dystum; trý lið endaðu á seks stigum. Tað sum koppaði tað til spaniólar var ein sera sannførandi 5-0 sigur á Póllandi leygarkvøldið. Spania byrjaði annars við smalum ósigri fyri vertunum Italia, og Pólland byrjaði við sigri í spennandi dysti ímóti Belgia og fylgdi síðani upp við yvirraskandi 1-0 sigri á italsku vertunum.

Pólland var í bólki við Føroyum í undankappingini, har ungu føroysku mennirnir í báðum dystunum fingu javnleik, og har 2-2 málið hjá Póllandi á Tórsvølli kom djúpt inni í yvirtíðini. Pólland endaði nummar trý í bólkinum; Italia hevur møguleika at koma víðari sum besti tvey'ari. Tað einasta sum ikki skal henda fyri Italia, er at Frakland og Rumenia spæla javnt í kvøld.

Bólkur B:
Týskararnir vóru favorittar frammanundan, og teir komu eisini víðari sum ósigraðir. Danmark vann í kvøld 2-0 á Serbia og tryggjaði sær 2. plássi, men tað var eitt mál ov lítið: Danir endaðu við +2 málúrttøku og kunnu harvið ikki gerast bestu tvey''ari, tí Italia hevur +3. Hetta var eitt vónbrot fyri danir, ið vunnu okkara undankappingarbólk; millum annað við tveimum 3-0 sigrum á Føroyum. Ein VAR-avgerð kostaði dønum mál til 3-0, tá ein tími varð leiktur. 

Bólkur C: 
Frakland og Rumenia skulu í kvøld stríðast um 1. plássi í bólkinum. Endar tað javnleikur fara bæði víðari- Rumenia sum eitt'ari. Ongland hevur tapt ímóti hesum báðum liðunum, og talan var um eitt stórt vónbrot hjá "leyvunum", ið taptu 2-1 fyri Fraklandi í fyrsta dystinum eftir at hava verið á odda 1-0 eftir 88 minuttir. Kroatia hevur heldur einki stig eftir tveir dystir. 

Hálvfinalurnar verða leiktar hósdagin (27. juni)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder