Seinast U21 landsliðið møttu Norðurmakedonia, endaði tað við ein keðilgum 7-1 tapið.
Nú hava hava venjararnir Eli Hentze og Hegga Samuelsen úttikið endaliga hópin, ið skal royna at vaska keððliga úrsliti av sær, tað teir taka ímóti Norðurmakedonia á Tórsvølli týskvøldi kl 17.00
U21 landsliðið hevur fingið eina keðiliga byrjan uppá undakappingina, har teir hava tapt allar fýra dystirnir greitt. Men næstu fýra dystirnir hjá U21 landsliðinum eru á heimavølli, so møguliga okkurt stig er í væntu. Tann fyrsti av teimum fýra verður týskvøldið, meðan hinir dystirnir eru í vár.
Síðani heimliga kappingin endaði síðst í oktober, hava Eli Hentze, høvuðsvenjari, og Hegga Samuelsen, hjálparvenjari, arbeitt við einum hópi, ið taldi 26 spælarar, sum síðani skuldi skerast niður í 20.
Tilsamans níggju venjingar við bruttohópinum hava verið á skránni, og nú er greitt, hvussu endaligi hópurin sær út.
Hópurin:
Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Victor Emil Boje Henriksen, Hvidovre (Danmark)
Ari Olsen, Skála
Bjarni Petersen, B36
Andrias Edmundsson, Sunderland FC (Ongland)
Ólavur Niclasen, KÍ
Andri Benjaminsen, NSÍ
Jákup B. Andreasen, KÍ
Lukas Grenaa Giessing, AB
Petur Knudsen, NSÍ
Daniel Johansen, HB
Hugin Samuelsen, B36
Magnus Holm Jacobsen, B36
Stefan Radosavljevic, B36
Pætur Petersen, HB
Mads B. Mikkelsen, Vendsyssel FF (Danmark)
Hannes Agnarsson, B36
Adrian Justinussen, HB
Steffan Løkin, EB/Streymur
Dysturin á Tórsvølli verður týskvøldið kl 17.00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald