Fótbóltur

U21 finalan er flutt

Grannarnir í Gundadali skuldu spæla um steypið í morgin, men ístaðin verður finalan spæld fyrst í november.

Mynd: Hans Erik Danielsen

Mynd: Hans Erik Danielsen

2023-10-05 15:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stórt steypafinaluvikuskifti er á skránni á Tórsvølli hesa vikuna. Upprunaliga skuldu sjey av teimum átta steypafinalunum hjá FSF verða spældar - allar uttan finalan um Løgmanssteypið.

Sí eisini: Stórt finaluvikuskiftið fyri framman á Tórsvølli

Í vikuni hevur Fótbóltssambandið tó valt at útseta finaluna hjá U21. Finalan hjá elsta dreingjaárganginum skuldi eftir ætlan spælast í annaðkvøld, men sum skilst er tað skráin hjá 1. deild, sum órógvar.

Fleiri spælarar hjá HB og B36 spæla fyri bæði 1. deild og U21, og nú finala er á skránni, so hóskar tað illa at spæla finalu fríggjakvøld og dyst dagin eftir.

Seinastu trý umførini plaga allir dystir tó at vera samstundis í ovaru deildunum, so hóast dystirnir hjá B36 og HB í 1. deild leygardagin sum so hava lítið at siga fyri stigatalvuni fyri tey og mótsstøðuliðini, so vil Kappingarnevndin hjá FSF ikki flyta hesar dystirnar.

Ístaðin er U21-finalan flutt til fyrst í november, so hon verður spæld dagin fyri ella á sama degi sum finalan um Løgmanssteypið - 3. ella 4. november. Í gjár spældi HB seg í hesa finaluna.

Skráin fyri steypafinalurnar.

Fríggjadagin 6. oktober
Kl. 17:00 Skála – B36 (U16 Gentur)
Dómari: Annika E. Breiðaskarð

Leygardagin 7. oktober
Kl. 10:00 Víkingur – EB/Streymur (U13 Dreingir)
Dómari: Dominick Troleis

Kl. 11:30 B36 – FC Hoyvík (U13 Gentur)
Dómari: Annika E. Breiðaskarð

Kl. 13:00 HB – B36 (U15 Dreingir)
Dómari: Annfinn Hjaltalin

Kl. 16:00 HB – NSÍ (U17 Dreingir)
Dómari: Dávid Sjóstein

Kl. 19:15 NSÍ – KÍ (Kvinnur)
Dómari: Høgni Madsen

-------------------------

3. ella 4. november: 
Kl. 20:00 HB – B36 (U21)
Dómari: Heini Viðoy

Leygardagin 4. november: 
HB - ??? (Menn - Løgmanssteypið)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder