Fótbóltur

U21: Føroyar í áhugaverdan EM-undanbólk

Frakland, Sveis, Ísland, Luksemborg og Estland eita mótstøðuliðini seinni í ár og í 2026. Hetta verður sannlíkt við nýggjum landsliðsvenjara.

Steffan Løkin í nærdysti við Eduardo Camavinga úr Real Madrid. Steffan skoraði serstaka føroyska málið til endaliga úrslitið 1-1, tá Frakland vitjaði Føroyar í 2021. Talan er um eitt av stóru úrslitinum hjá føroyskum fótbólti (Mynd: Bjarni Enghamar)

Steffan Løkin í nærdysti við Eduardo Camavinga úr Real Madrid. Steffan skoraði serstaka føroyska málið til endaliga úrslitið 1-1, tá Frakland vitjaði Føroyar í 2021. Talan er um eitt av stóru úrslitinum hjá føroyskum fótbólti (Mynd: Bjarni Enghamar)

2025-02-06 10:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrrapartin var lutakast um, hvussu spælast skal í komandi EM undankapping fyri U21 landslið. Talan er um undankapping til endaspælið, sum verður í Albania og Serbia í 2027.

Sum heild góðu úrslitini hjá føroyska U21 landsliðnum í undanfarnu undankapping (10 stig og eitt fjórða í bólkinum) høvdu við sær, at Føroyar hava flutt seg seks pláss fram á nýggjasta styrkislistanum hjá UEFA. Harvið vóru Føroyar U21 farnar úr styrkisbólki fimm upp í styrkisbólk fýra. Seks styrkisbólar vóru til lutakastið.

Tá avtornaði komu Føroyar í bólk C, saman við Frankaríki, Sveis, Íslandi, Luksemborg og Estland.

Bólkarnir / EM 2027 undankapping
A: Spania, Rumenia, Finnland, Kosovo, Kýpros og San Marino
B: Portugal, Kekkia, Bulgaria, Skotland, Aserbadjan og Gibraltar
C: Frakland, Sveis, Ísland, Føroyar, Luksemborg og Estland
D: England, Írland, Slovakia, Moldova, Kasakstan og Andorra
E: Italia, Pólland, Svøríki, Norðurmakedónia, Montenegro og Armenia
F: Týskland, Georgia, Grikkaland, Norðurírland, Lettland og Malta
G: Holland, Noreg, Slovenia, Ísrael, Bosnia-Hersigovina
H: Ukraina, Kroatia, Ungarn, Turkaland, Litava
I: Danmark, Belgia, Eysturríki, Wales, Belarus

Hetta má metast at vera ein spennandi bólkur, sum hevur áhugaverdar ítróttarligar uppgávar - nakrir fínir møguleikar at fáa stig - og sum ikki hevur heilt so nógva ferðing við sær. Tað at møta elsta ungdómslandsliðnum hjá Íslandi er nakað nýtt, og kann hetta vera ein góður mátistokkur.

FSF vísir á, at av teimum fimm mótstøðulondunum hesaferð, er tað bara Frakland, ið Føroyar hava møtt áður. Tað var á heysti 2021, og tá eydnaðist eisini at fáa eitt av teimum heilt stóru úrslitunum. Fyrri dysturin, sum var spældur á Ovara vølli í Gundadali, endaði 1-1. Føroyski málskjúttin var Steffan Løkin. Seinna dystin vunnu fraklendingar 2-0.

Seinni í dag ella í morgin verður væntandi greitt, hvussu dystarskráin kemur at síggja út, upplýsir FSF. Kappingin stendur at byrja síðst í mars, men tað er óvist nær Føroyar spæla fyrsta dystin.

[object Object]
Mynd: FSF (UEFA)

Møguliga eitt nýtt venjaratoymi

Tað var Eyðun Klakstein, sum stjórnaði U21-landsliðnum í seinastu undankappingini. 52-ára gamli klaksvíkingurin var eisini við til lutakastið í Sveis, men tað er ógvuliga ivasamt, um Eyðun heldur fram í leiklutinum, hóast hann hevur sáttmála.

Sum skilst er Eyðun Klakstein fyrsta val hjá Fótbóltssambandinum til at avloysa Håkan Ericson sum fastan A-landsliðsvenjara. 

Hetta hava fleiri miðlar skriva um síðani seinnapartin í gjár, og sambært okkara upplýsingum eru samráðingar so smátt farnar í gongd. Christian Andreasen, FSF-forseti, segði við bolt.fo týskvøldið, at ein A landsliðsvenjari verður settur og kunngjørdur í hesi vikuni.

Eyðun Klakstein var høvuðsvenjari, og Atli Gregersen var hjálparvenjari til seinastu Nations League-dystirnar í fjør (sigur í Armenia og tepurt tap í Norðurmakedónia).

So er spurningurin, um teir báðir taka fetið upp fast. Og um hvønn U21-landsliðið so skal hava at stjórna liðnum í undankappingini, sum byrjar seinni í ár.

[object Object]
Eyðun Klakstein við Atla Gregersen aftanfyri seg. Hetta undan fyrsta landsdysti sínum sum U21-landsliðsvenjari  - í Klaksvík móti Andorra (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder