Fótbóltur

U21: Fyri teprum ósigri í Ukraina

Sambært almennu hagtølunum hevði heimaliðið stóra leikliga yvirvág, og Ukraina misnýtti eisini eitt brotsspark. Føroyar høvdu eitt skot uppá mál.

2021-10-12 18:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ein sannroynd, at heimaliðið var greitt omaná leikliga og hevði nógvar royndir móti málinum, tá U21-landsliðini hjá Føroyum og Ukraina í dag hittust í í Zaporizhzhya, ið er sættstørsti býur í Ukraina, í mun til íbúgvartal. Tað er eisini ein sannroynd, at Ukraina fekk øll trý stigini, men liðið hjá Sámal Erik Hentze spældi aftur ein dyst, ið ikki varð avgjørdur, fyrrenn síðsta bríksl ljóðaði.

Tíverri bar ikki til at stroyma dystin her, men sambært hagtølunum hjá UEFA og Flashscore var talan um stóra yvirvág til Ukraina, ið beinanvegin søkti at føroyska málinum og fingu hol á um miðjan fyrra hálvleik. Talan var um sjálvmál, ið Andrias Edmundsson er skrásettur fyri. Toftamaðurin gjørdi brotsspark fimm minuttir fyri hálvleik, men Georgiy Sudakov misnýtti tað.

Í 2. hálvleiki kom einki mál. Føroyar høvdu tvey hornaspørk, men fingu ikki heilt hótt Ukraina, sum fekk øll trý stigini. Tá hugsað verður um, at tað var 25-1 í málroyndum, 8-1 innafyri stengurnar, 10-2 í hornaspørkum, og 60-40 í possesión, so er tað uppiborið.

Ukraina er harvið fýra stig frammanfyri Føroyar, ið hevur fýra stig fyri fimm dystir og málúrttøkuna -1. Næsti dystur er um júst ein mánaða í Serbia. 

[object Object]
Teir ellivu ið byrjaðu inni í Ukraina (Mynd: Rúni Klein Joensen/FSF)


Undankapping til EM 2023, bólkur H - 4. umfar
Týsdagin 12.10 - Zaporizhzhya
Ukraina - Føroyar 1-0 (1-0)

Føroyar (4-4-1-1): 
 Bjarti Vitalis Mørk - Hanus Sørensen, Børge Petersen, Andrias Edmundsson, Pætur Turiðarson Skipanes - Áki Debes Samuelsen, Noah Mneney, Andrass Johansen, Lukas Giessing, Stefan Radosavljevic (L)  - Jonn Johannesen


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder