Fótbóltur

U21: Fyrireika seg nú í Grikkalandi

Ungu føroysku menninir hava hósdagin møguleikan at vinna seg upp á 2. plássið í bólkinum. Talan verður tó um ein torføran dyst móti grikkum, sum eru kroystir.

Martin Agnarsson er aftur í hópinum, men annars verður liðið allarhelst tað sama sum seinastu dystirnar (Mynd: Bjarni Enghamar/BjarnaMyndir)

Martin Agnarsson er aftur í hópinum, men annars verður liðið allarhelst tað sama sum seinastu dystirnar (Mynd: Bjarni Enghamar/BjarnaMyndir)

2023-11-14 17:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska U21-landsliðið hevur í hesari undankappingini fingið sjey stig í fýra dystum. Serliga hevur tað eydnast væl á útivølli: Liðið hjá Eyðuni Klakstein og Atla Gregersen hevur vunnið báðar útidystirnar higartil.

Teir hava verið móti Hvítarusslandi (3-2) og Andorra (1-0). Nú bíðar ein á pappírinum størri uppgáva. Grikkaland er hægri styrkismett enn omanfyrinevndu mótsstøðulið - og Føroyar - og skal vinna fyri at fylgja við Kroatia í stríðnum um 2. plássið. Tað kann geva atgongd til EM-endaspælið 2025.

Grikkaland hevur, eins og Føroyar, spælt fýra dystir. Portugal var ov sterkt á útivølli, tað eydnaðist at vinna í Andorra, meðan báðir heimadystirnir higartil eru endaðir við javnleiki. Teir hava verið móti Hvítarusslandi og Kroatia. 

Føroyar vunnu sum nevnt á Hvítarusslandi og bjóðaðu kroatum av við Djúpumýru. Okkara hava skorað í hvørjum dysti higartil, og nú fyrireika liðið og venjaratoymi seg í Grikkalandi.

Hópurin kom uppá pláss í Tripolis seint í gjárkvøldið. Liðið hevur havt eina venjing seinnapartin og venur aftur í morgin. Hósdagin seinnapartin - klokkan 14 føroyska tíð - verður fyrsta bríksl í fimta undankappingardystinum hjá føroyska U21-landsliðnum í ár verður. Grikkaland er favorittur á pappírinum, men Føroyar hava áður víst, at nógv ber til.

16-11-2023 kl. 14:00
Tripoli Arkadia
Grikkaland
-

Støðan í bólkinum (Skíggjamynd - FaroeSoccer)
[object Object]
Talva: FaroeSoccer

Hópurin:
Ari Petersen, 07 Vestur
Rasmus Nilsson, BK Frem (Danmark)

Áki Johannesen, B68 Toftir
Børge Petersen, KÍ Klaksvík
Elias Rusborg, Hvidovre IF (Danmark)
Bergur Poulsen, EB/Streymur
Ási Dam, 07 Vestur
Jákup Vilhelmsen, KÍ

Noah Hans Mneney, Bryne BK (Noreg)
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur
Heini Fossdalsá Sørensen, Thisted FC (Danmark)
Jens Erik Bruhn, TB Tvøroyri
Jónas Warner, B71 Sandur

Áki Samuelsen, HB Tórshavn
Olaf Bárðarson, Víkingur
Jørgen Nielsen, B68 Toftir
Gutti Dahl-Olsen, EB/Streymur
Poul Kallsberg, Víkingur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder