Føroyska U21-landsliðið hevur síðani stovnsetanina í 2007 skapt fleiri heilt góð úrslit og hevur í øllum undankappingunum - fyriuttan tí einari - savna fleiri stig saman.
Stigametið higartil kom í undankapping nummar tvey. Tá vunnu Føroyar millum annað á Russlandi í Gundadali undir leiðslu av Bill McLeod Jacobsen og Heðini Askham og við máli frá Jóan Símuni Edmundsson. Í undankappingini til EM 2011 fingu Føroyar 11 stig í 10 dystum.
Tá var føroyska liðið í bólki við millum annað Andorra. Tað eru Føroyar aftur hesaferð. Higartil hevur føroyska U21-landsliðið spælt fýra dystir, harav tveir móti Andorra. Úrttøkan hevur verið stig í trimum av dystunum og sjey stig samanlagt.
Úrslitini hjá U21-landsliðnum í 2023:
Føroyar - Andorra 2-2
Hvítarussland - Føroyar 2-3
Føroyar - Kroatia 2-4
Andorra - Føroyar 0-1
Sigurin í Andorra týskvøldið var søguligur, tí tað var fyrstu ferð, at føroyska U21-landsliðið vann tveir útidystir á rað.
Les eisini: U21-landsliðið vann aftur á útivølli
Nú eru seks dystir eftir, og hóast Føroyar hevur trupla dystarskrá - tveir dystir móti Portugal og útidyst í Kroatia - so liggja helst rímiligir møguleikar fyri stigum. Føroyar vunnu á Hvítarusslandi fyrr í ár, og hvítarussar vitja í Klaksvík um beint undir eitt ár. Tvær uppgávur eru eisini á skránni móti Grikkalandi, sum liggur undir okkum í bólkinum.
Støðan í bólki G
1. Portugal 12 stig (4 dystir)
2. Kroatia 7 stig (3 dystir)
3. Føroyar 7 stig (4 dystir)
4. Grikkaland 5 stig (4 dystir)
5. Hvítarussland 3 stig (7 dystir)
6. Andorra 3 stig (6 dystir)
Í síðstu undankapping fingu Føroyar 10 stig undir leiðslu av Sámal Eriki Hentze. Nú er Eyðun Klakstein høvuðsvenjari, og tveir árgangir eru ov gamlir, í mun til seinastu árini (teir sum eur føddir í 2000 og 2001). Atli Gregersen er framvegis hjálparvenjari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald