Fótbóltur

U21-landsliðið tapti greitt í Grikkalandi

Eitt mál tíðiliga í fyrra hálvleiki og eitt mál tíðliga í seinna hálvleiki - bæði eftir greið føroysk mistøk - gjørdu tað tungt. Tað endaði 3-0, og nú er vetrarfrí.

Føroyska U21-landsliðið fór fyri fyrstu ferð í hesari undankappingini av vøllinum uttan at skora (Mynd: Bjarni Enghamar/BjarnaMyndir)

Føroyska U21-landsliðið fór fyri fyrstu ferð í hesari undankappingini av vøllinum uttan at skora (Mynd: Bjarni Enghamar/BjarnaMyndir)

2023-11-16 16:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

U21-landsliðið hjá Føroyum spældi seinnapartin í Grikkalandi. Talan varð um størsta ósigurin hjá Føroyum í hesari undankappingini. 

Favorittarnir løgdu bragdliga fyri. Í 5, minutti mistu Føroyar bóltin mitt á egnari hálvu, ein renning millum høgra vongbakk og høgra miðverja varð ikki fylgd, og skotið fór ímillum beinini á Ara í Haraldsstovu Petersen.

Sørvingurin kundi vart fyri hesum, men Christos Tzolis var ógvuliga fríur. Tað næsta noyðist nýggi KÍ-málverjin sjálvur at taka á sín kappa. Hetta var eftir fimm minuttir í 2. hálvleiki. Innlegg kom úr høgru, Ari megnaði ikki at halda bóltinum, ið datt niður til grikska áleyparin, sum ótarnaður kundi beina bóltin í føroyska málið.

2-0 og tyngri mótbrekka stutt eftir steðgin. Í 57. minutti stongi Tzolis dystinum við sínum seinna máli. Talan var um gott mótálop hjá Grikkalandi, ið harvið fekk trý mál og trý stig.

Føroyska liðið var annars komið seg rímiliga væl eftir skelkin tíðliga í dystinum. Ari hevði havt tvær góðar bjargingar, men annars kom heimaliðið ikki til so nógv. Føroyar høvdu nakrar góðar støður. Millum annað skuldi Áki Samuelsen fingið meira burturúr seint í fyrra hálvleiki, og Noah Mneney hevði stútara, sum fór beint uppum, seint í dystinum.

Tað eydnaðist tó ongantíð at svara aftur, og liðið hjá Eyðuni Klakstein fór av vøllinum uttan at skora fyri fyrstu ferð í undankappingini. Móti endanum vóru okkara í yvirtali, eftir at grikki hevði fingið beinleiðis reytt kort í støðu við Aron Jarnskor Ellingsgaard.

Nú er EM-undankappingin komin í helvt, og vetrarfrí er hjá føroyska U21-liðnum. Næsta uppgáva er í Portugal 20. mars 2024.

U21 undankapping til EM 2025 - bólkur G, 5. umfar
Tripolis, hósdagin 16.11
Grikkaland - Føroyar 3-0 (2-0)
5' Christos Tzolis 1-0
51' Georgios Koutsias 2-0
57' Christos Tzolis 3-0

Reytt kort: Georgios Koutsias (80')

Føroyar (5-4-1/3-4-3): Ari í Haraldsstovu Petersen - Signar á Brúnni (46' Martin Agnarsson), Áki Johannesen, Børge Petersen, Elias Rusborg, Ási Dam - Áki Samuelsen, Noah Hans Mneney, Gullbrandur Øregaard, Olaf Bárðarson - Jørgen Nielsen

Hesir komu inn: Heini Fossdalsá Sørensen, Gutti Dahl-Olsen, Aron Jarnskor Ellingsgaard og Poul Kallsberg

Støðan í bólkinum: 

1. Portugal 12 stig (4 dystir)
2. Grikkaland 8 stig (5 dystir)
3. Kroatia 7 stig (3 dystir)
4. Føroyar 7 stig (5 dystir)
5. Andorra 3 stig (6 dystir)
6. Hvítarussland 3 stig (7 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder