- Seinasta venjingin hevur verið, og síðstu orðini eru søgd. Nú bíða vit bara eftir at dómarin floytar dystin í gongd. Allir spælararnir eru tøkir og klárir til uppgávuna
Hetta sigur landsliðsvenjarin Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.
Seinastu dagarnar hevur liðið fyrieika seg til uppgávuna, og klokkan 17:35 føroyska tíð fer føroyska U21-landsliðið á vøllin aftur. Talan er um fjórða dystin í EM-undankappingini, sum er á útivølli móti Ísrael.
Eli Hentze og Hegga Samuelsen standa á odda fyri U21-landsliðnum, og teir hava nú sett navn á teir fyrstu 11, ið byrja á vøllinum Ha Moshava Stadium.
Silas Eyðsteinsson verður í mál. Í verjuni verða Ari Olsen, Bjarni Petersen, Andrias Edmundsson og Ólavur Niclasen. Á miðvøllinum verða Hannes Agnarsson, Jákup B. Andreasen, Mads B. Mikkelsen, Lukas Giessing og Hugin Samuelsen. Framherji verður Stefan Radosavljevic.
Eykaspælarar eru Rói Zachariassen, Victor Emil Boje Henriksen, Andri Julin Benjaminsen, Janus Svabo Samuelsen, Pætur J. Petersen, Daniel Johansen og Petur Knudsen.
Til ber at fylgja gongdini í dystinum á heimasíðuni hjá UEFA.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald