Føroyska U21-landsliðið skal spæla sín síðsta EM-undankappingardyst í ár mikudagin 15. november í Grikkalandi. Eftir at bæði liðini hava spælt fýra dystir eru Føroyar tvey stig frammanfyri.
7 stig fyri 4 dystir og eitt 3. pláss í bólkinum. Tað vitnar um nøkur góð avrik, og liðið hjá Eyðuni Klakstein og Atla Gregersen hevur vunnið báðar útidystirnar higartil (Hvítarussland og Andorra).
Nú skulu Føroyar royna seg móti Grikkalandi, og tað styrkir um hópin at fá Martin Agnarsson við. Eftir skurðviðgerð hevur hann vant og verið í hópinum til dystir hjá besta liðnum í Viborg. 20-ára gamli havnarmaðurin hevur bert verið við til ein U21-landsdyst í ár - nú avloysir hann Jákup Norðoy Vilhelmsen úr KÍ.
Martin Agnarsson til A-landsliðsvenjing fyri einum ári síðani (Mynd: Sverri Egholm)
Annars er hópurin, sum Eyðun Klakstein fyri løtu síðani kungjørdi, júst hin sami sum seinast. Nakrir kundu banka uppá A-landsliðið, men skulu stríðast fyri Føroyar í Grikkalandi næsta mikudag.
Hópurin:
Ari í Haraldsstovu Petersen, 07 Vestur (Nú KÍ)
Rasmus Nilsson, BK Frem (Danmark)
Áki Johannesen, B68
Børge Petersen, KÍ
Elias Rusborg, Hvidovre IF (Danmark)
Bergur Poulsen, EB/Streymur
Ási Dam, 07 Vestur
Martin Agnarsson, Viborg FF (DK)
Noah Hans Mneney, Bryne BK (Noreg)
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Heini Fossdalsá Sørensen, Thisted FC (Danmark)
Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur
Jens Erik Bruhn, TB
Jónas Warner, B71
Áki Samuelsen, HB Tórshavn
Olaf Bárðarson, Víkingur
Jørgen Nielsen, B68
Gutti Dahl-Olsen, EB/Streymur
Poul Kallsberg, Víkingur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald