placeholder
Fótbóltur

U21: NSÍ fór avstað við FM

Í avgerandi dystinum bastu runavíkingar HB.

(Mynd: NSÍ)

(Mynd: NSÍ)

2019-10-23 12:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lagt var upp til eina spennandi avgerð í U21-deildini í gjárkvøldið, tá HB vitjaði við Løkin. Undan dystinum var HB nummar eitt við 28 stigum, og NSÍ hevði 27 stig. Harvið skuldi heimaliðið vinna í útsetta dystinum, og tað eydnaðist eisini.

NSÍ vann 2-0 við tveimum málum í 1. hálvleiki. Jannik Mathias Olsen og Sølvi Sigvardsen skoraðu málini, og eftir seinasta bríksl kundu runavíkingar lyfta steypið og fegnast.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder